Hvat hendi við Ráfiskagrunninum?

Ískoyti til grein í Vinnuvitan um Ráfiskagrunnin og planbúskap

Eg rann meg um dagarnar fram á Vinnuvitan, útgivið av Dimmalætting.
Her var ein grein, sum snúði seg um ta prísásetingarskipan fyri ráfisk við ráfiskagrunni, sum var galdandi fram til endan av 1980-unum. Greitt varð frá, hvussu komið var burtur úr tí planbúskapi, sum henda skipan stóð fyri.
Tað faktuella í hesi grein er vist stórt sæð í lagi, men tað tykist bland at vera komið í lýsingina av leiklutum í sambandi við ráfiskagrunn og fiskiveiðuskipan annars.
Eg var sjálvur partur í tilgongdini við Ráfiskagrunnin og kann tí staðfesta, at í hesi grein er ikki alt við. Standandi einsamøll lýsir henda grein ikki alla tilgongdina í málinum um Ráfiskagrunnin og leiðina til marknaðarbúskap.
Hetta er alt ein long søga. Her skal bert verða tikið fram høvuðstættirnir í hesi tilgongd. Tað, sum manglar í nevndu grein í Vinnuvitan, er í høvuðsheitum hetta:

Restin av søguni
Eg var sjálvur nevndarlimur í ráfiskagrunninum frá byrjan í 1975, til grunnurin varð avtikin í 1990.
Uppgávan var sjálvsagt at umboða sjónarmið fiskimanna. Hetta var millum annað gjørt við at royna at fáa størst møguliga játtan til grunnin og at fáa størsta partin av hesi játtan sum studning til tey fiskasløg, sum limir FFs veiddu, sum brosmu og upsa. Hetta varð eisini gjørt uttan trega fram til 1986.
Hetta ár fór ráfiskanevndin á kunningarferð í okkara grannalondum. Í Danmark varð eitt saltfiskavirki vitjað. Tað kundi geva munandi hægri prís fyri ráfiskin, enn ráfiskanevndin ásetti.
Hetta vísti, at okkurt var galið í Føroyum. Spurningurin var, hvat tað kundi vera. Niðurstøðan var, at í Danmark høvdu teir marknaðarbúskap, har tann sum kundi geva hægsta prís, eisini slapp at keypa ráfiskin.
Í Føroyum høvdu vit “sovjetiskan planbúskap”. Hetta var serliga galdandi fyri tann “avrokningarprísin”, sum var ásettur flakavirkjunum at gjalda.
Skipanin var tann, at uttan mun til, hvat ið fekst fyri lidnu framleiðsluna og hvørjar útreiðslur, ið vóru at virka fiskin, fingu virkini eitt fast krónutal til sín rakstur. Hetta merkti, at virkini ikki grundleggjandi høvdu áhuga fyri at fáa meira fyri lidnu vøruna ella fyri at minka um útreiðslurnar sum til dømis lønarútreiðslur. Hetta merkti eisini, at útreiðslurnar “slúktu” størri og størri part av marknaðarvirðinum á fiskinum. Hetta var serliga fyri tey bíligu fiskasløgini, sum gjørdust størri og størri partur av samlaðu veiðuni.

FF hevði fyrsta ítøkiliga uppskot um marknaðarbúskap
Seinni sama ár hevði eg eina framløgu á árliga fiskivinnutinginum við heitinum “Er verandi prísásetingarskipan tann besta fyri fiskimannin?”
Her vórðu fyrst vansarnir við galdandi skipan lýstir. Síðan var eitt útgreinað uppskot lagt fram um, at virkini í staðin fyri eitt fast krónutal pr. kg, skuldu fáa ein prosentpart av endaliga virðinum á fiskinum í sín part. Hetta vildi geva teimum ein beinleiðis áhuga í at fáa so stóra virðisøking sum gjørligt, og vildi eisini geva teimum áhuga fyri at minka um útreiðslurnar av framleiðsluni mest møguligt.
Samstundis varð lagt fram eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu studningurin kundi niðurlagast eftir nøkrum árum.
Hetta ljóðar kanska ikki so kollveltand í dag, men tá var hetta ein rættilig nýhugsan. Atli Dam, løgmaður, sum tá eisini umsat fiskivinnumál, setti beinan vegin eina nevnd at arbeiða víðari við uppskotinum. Henda nevnd, har uppskotsstillarin ikki var við, kom nakað seinni við einum veruleikafjarum uppskoti, sum ikki kundi brúkast, og sum tað heldur ikki hendi meira við.
Nú koma vit til 1988. Tá skal vera løgtingsval, og Atli Dam varð noyddur at gera okkurt við henda spurningin.
Dagin fyri seinastu framløgufreist varð í skundi tilevnað eitt uppskot at leggja fyri tingið, og var hetta uppskot grundað á mítt tilmæli í 1986. Uppskotið varð eisini samtykt, hóast tað ikki var so fullfíggjað og útgreinað, sum eitt slíkt uppskot skuldi verið.
Men nú var ógvuslig kreppa við skrædli í fiskaprísunum, og hetta darvaði arbeiðinum við at seta hesa skipan í verk. Tað vóru nógvir fundir í ráfiskanevndini um hetta, og gamal hugburður mátti mýkjast hjá fleiri.

Fíggjarligt undur
Men um ársskiftið 1989/90 varð samtykt ein skipan, sum ásetti, at av príshækkingum skuldu 50% fara til hvønn partin, virkið og fiskaprísin. Hóast hetta ikki var nøkur kollvelting, so var tað fyrsta ítøkiliga almenna stigið á leiðini úr planbúskapinum.
Hvussu var og ikki, so byrjaði beinanvegin ein kapping um fiskin. Virkir fór so ella so at bjóða eyka fyri fiskin útyvir tað, sum var alment ásett. Hetta hevði verið púra óhugsandi, ið hvussu er hjá virkjum, sum vóru limir í fiskasøluni, og tað vóru nærum øll.

Aftur til planbúskapin
Í 1990 var ein politisk kreppa, sum endaði við tí sokallaða “fiskivinnuuppritinum”, sum merkti stórar broytingar. Eitt var avtøkan av ráfiskagrunninum. Hesum var FF ímóti, men tíðin vísti, at hetta var í lagi.
Men tað avgerandi var, at í staðin ráfiskagrunnin skuldi koma ein nýggj prísásetingarnevnd, sum í prinsippinum setti aftur í verk tann planbúskapin, sum vit júst vóru við at koma burtur úr. Nú skuldu virkini aftur tryggjast á sama hátt sum við gomlu prísásetingini. Hetta sigur eisini nakað um, at politiska skipanin hevði avgjørt onga “patentloysn” heldur.
Men henda nevndin kom als ikki í gongd. FF og Meginfelag Útróðrarmanna noktaðu nevniliga at velja limir í hesa nevnd, sum feløgini mettu at vera eina forðing fyri tann marknaðarbúskapinum, sum júst var farin at virka.
Og nú fingu vit nakað, sum kann kallast eitt fíggjarligt undur. Tað gjørdist ein heilt frí kapping um fiskin. Virkini vóru nú eisini leys av skipunum. Vit fingu óhoyrdar ráfiskaprísir, sum nú í mongum førum vóru hægri uttan almennan studning, enn teir vóru fyrr við nógvum studningi.
Leikluturin hjá vinnuni, og eisini hjá fiskimannafelagnum, verður ongantíð partur av almennu søguni um hetta mál. Tann almenna søgan er tann, at tað vóru ábyrgdarfullir politikarar, sum settu eina ábyrgdarleysa vinnu út av spælinum!
So einføld er søgan ikki. Vinnan og ikki minst FF høvdu ein týdningarmiklan lut í leiðini úr umrødda planbúskapinum.
Tað er lætt at síggja í dag, at skipanin við ráfiskagrunnin var ørskapur. Hetta dugdu vit eisini sum frá leið at síggja í vinnuni, og vit áttu í hvussu er okkara leiklut í tí, at komið varð burtur úr hesum ørskapi. Tað skal eisini sigast, at politiska skipanin spældi eisini við í hesum. Hon hevði heldur ikki nakrantíð nakað reelt boð uppá eitt alternativ.
Hetta er væl lýst í mínum ársfrágreiðingum, sum er alment til skjals m.a. á Býarbókasavninum í Havn. Her sæst eisini, at FF í øllum frágreiðingum í hesi skiftistíð hevði ítøkilig uppskot um marknaðarbúskap á ráfiskaøkinum og um niðurlaging av studninginum. Høvdu hesi hugskot verið loftað beinanvegin, tey komu fram í 1986, hevði støðan kanska ikki blivið so vánalig, sum hon gjørdist á hesum øki seinast í 1980-unum.
Hóast hesin partur av søguni neyvan verður partur av almennari søguskriving, so skal hon tó vera til skjals sum í eini grein sum hesi.