Hvat heldur tú um vantandi dansistøð?

Vox-popp - vit spyrja seks ung

Sólvá Jacobsen
16 ár
Argir



- Eg haldi, at tað er ræðuliga vánaligt at ongin dansur er í Havn. Og tað er keðiligt, at
vit mugu koyra líka inn á Kambsdal ella til Fuglafjarðar, um vit skulu í dans.
- Eg haldi, at kommunan kundi gjørt eitt ungdómshús til okkum.


Mortan Thomsen
16 ár
Argir

- Eg haldi, at tað er ótrúliga vánaligt. So er ongastaðni at fara, tá vit skulu fara í
dans. Annars tá nú ongin dansur er, sita vit inni hjá vinum. Eg plagi onkuntíð at fara til Kollafjarðar, har eg havi vinmenn, tá ongin dansur er. Men tað er eisini langt at koyra.
- Eg haldi at kommunan átti at gjørt nakað við tað, kanska eitt ungdómshús?


Anna Olsen
16 ár
Æðuvík

- Eg haldi, at tað er ræðuliga vánaligt, at einki er fyri okkum ungu í Runavík um vikuskiftini. Tað einasta staðið, sum er í Runavík, er Stokkastovan, men har er18 ára aldursmark.
Um dansur er á Kambsdali ella í Fuglafirði, fara vit har, men vit skulu jú hava bil, og tað liggur ikki altíð so væl fyri hjá foreldrunum at koyra okkum. Eg haldi, at tað er orsøkin til at bilvanlukkur eru hendar millum bygdirnar
- Eg haldi, at kommunan skuldi gjørt okkurt ungdómshús til okkum, tí fólk klaga, tá ið vit sita í gongini í Føroya Banka. Tað er jú onga aðrastaðni at fara!!


Kári Skibenæs Nielsen
16 ár
Skipanes

- Eg haldi, at tað er ræðuliga vánaligt, tí her er ongastaðni at fara. Vit plagdu at fara inn á Kambsdal ella til Fuglafjarðar, um vit skulu í dans. Summar tíðir koyra vit biltúr, tá ið eingin dansur er.
- Eg haldi, at kommunan átti at gjørt nakað við tað. Vit eru triðstørsta kommuna í landinum, og vit hava einki til ungdómin.

Elsa Fredriksen, 16 ár, Klaksvík:

- Eg haldi, at tað er mega ræst, at eingin dansur er fyri ung í Klaksvík. Tað er ongastaðni at fara um vikuskiftið, so tá man skal í dans, skal man heilt til Kambsdalar.

Regin Anthoniussen, 16 ár, Klaksvík:

- Vikuskiftini gerast bara rotnari nú eingin dansur er í Klaksvík. Tað er keðiligt, at øll tey ungu skulu rýma úr
Norðoyggjum fyri at sleppa í dans. Tey vaksnu áttu at skipa fyri onkrum, so øll tey ungu ikki fara av oynni.