“Hvat heldur tú um føroyingar Føroyar”

Sang Steintór Rasmussen í Læraraskúlahøllini í kvøld, nú Tjóðveldisflokkurin fyllir 60 ár

Fyrstu ferð Tjóðveldisflokkurin stilllaði upp hevði hann tveir tingmenn, og í dag er hann størsti flokkur á tingi. 8 tingfólk og einasta tingmanning við javnstøðu bæði í ting og -landsstýrismanning. Hetta er at fegnast um, hóast ynskiligast kortini hevði verið, at als eingin tørvur var á Tjóðveldi, tí vit høvdu rokkið málinum um eitt frælst Føroyaland. Men so er ikki – ikki enn!

Seinastu tíðina hevur kjakið í stóran mun snúð seg um tunnlar. Fari ikki at nýta orku upp á tað kjakið júst her, men lata arbeiðsbólkin fáa arbeiðsfrið fram til ólavsøku. Og vit vita jú øll, at almikið av øðrum álvarsmálum og íløgum nú mugu fáa rúmd í kjakinum eisini.

Tað sum ger meg upplyfta nú í kvøld, eru mergjaðu røðurnar og tónleikurin, eg legði oyrað til á kvøldsetuni í læraraskúlahøllini í kvøld í samband við 60 ára føðingardagin.

Í kvøld savnaðust vit um felagsmál okkara – LOYSING!

Tað gleðir meg, styrkir meg og fløvar meg, tá vit tosa um tað sum bindur okkum saman, heldur enn tað sum skilur okkum. Fjølbroytni er ein av okkara størstu styrkjum. Hvussu varð vorðið her á landi, um øll hugsaðu júst sum tú ella eg? Fínasta slag, eina tíð, men í longdini lítið mennandi, ikki so? Nei, framburður og menning finnur stað, tá vit hóast fjølbroytni, ólíkan hugburð og hjartamál evna at koma framá.

Men gakk sum tað kann vera trupult!

Beint nú fegnist eg um mergjaða íblásturin eg fekk í kvøld, meðan eg hugsi um, at eg gleði meg at sleppa at arbeiða við nøkrum av teimum málunum sum eg sakni SO at tríva í!