Hvat halda tit um samgonguna?

Ingeborg Vinther, Høgni Hoydal, Hermann Oskarsson, Jan Mortensen, Ingolf S. Olsen og Helgi Jacobsen siga sína hugsan um fyrstu 100 dagarnar hjá ABC-samgonguni

Samgongan svíkir við skattanýskipanini fullkomiliga tey lá- og miðal løntu, og hon hevur gjørt alt ov lítið fyri bøta um økjandi arbeiðsloysið. Øll Suðuroyggin liggur í andaleypi, og heldur ikki á tí økinum hevur samgongan tikið neyðug stig.
Vónandi fer samgongan komandi hundrað dagarnar at taka hesi málini í størri álvara.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag


Eg havi framvegis ikki sæð veruliga andlitið hjá samgonguni. Tað liggja fleiri ætlanir í luftini, men framvegis er einki ítøkiligt stungið út í kortið.
Eg havi sæð skuggan av einum vandamiklum vinnupolitikki, har ætlanin er at opna fyri møguleikanum fyri studningi til kreppuraktar vinnur. Hetta er eitt ómetaliga vandamikið tekin at senda vinnuni, sum síðan kreppuna hevur vant seg við at verða stuðulsfrí.
Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum


Samgongan hevur eina vinglutta bakkingarkós. Aðalmál Tjóðveldisfloksins eru øll skúgvaði til viks. Samgongan bakkar í búskaparpolitikkinum, sjálvsstýrispolitikkinum og mentanarpolitikkinum hjá farnu samgongu. Hetta eru øll økið, sum eiga at peika frameftir, men tey verða fullkomiliga niðurprioriterað.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins

Eg kann ikki siga annað enn, at vit hava havt eitt gott samskifti við teir landsstýrismenn, sum varða av okkara økjum. Tey uppskot, sum hava verið higartil, hava verið í tráð við ynskini hjá vinnuni, og tað fegnast vit um. Samanum tikið eru vit væl nøgdir við tað arbeiðið, samgongan hevur gjørt.
Jan Mortensen, stjórin í Vinnuhúsinum

Samgongan kom ógvuliga illa frá byrjan við fleiri minni og størri gølum. Eg væntaði tí ikki stórvegis, men seinni parturin av teimum hundrað døgunum boðar frá bata. Tað tykist sum um friður nú valdar í samgonguni, og arbeiðslagið í løgtingsnevndunum tykist at vera gott.
Ingolf S. Olsen, tíðindamaður í SVF


Eg haldi, at fyrstu 100 dagarnir hjá samgonguni hava verið ov nógv merktir av, at ein rópar í eystur og ein rópar í vestur. Eisini tykist tað mær,sum parlamentarisman er viknað. Vit hava upplivað heilar dagar í løgtinginum, har samgongan so at siga ikki hevur tikið orðið.
Tú freistast at spyrja, um samgongufólk hava avtalað at samtykkja síni mál - og
annars tiga. Men stóra royndin hjá samgonguni er júst á degi nummar 100 , nú løgtingið helst samtykkir eina kannkølluta fíggjarlóg. Spurningurinvit seta okkum er, hvussu nógvar eykajáttanarlógir sama løgting má samtykkja?!

Helgi Jacobsen, tíðindamaður í ÙF