Valborg Hjaltalin Jensen, ?samskipari, 56 ár
”Tannbust havi eg altíð við mær, so eg fái bustað tenn, tá ið eg havi etið. Tá ið eg havi bustað tenn, havi eg sminkuna við, so eg fái hampað meg aftan á. Neglaklipparan brúki eg, um neglirnar flosna. Kamburin er við, just in case. Fólk læna ofta ymiskt frá mær, tí havi eg alt møguligt í taskuni – millum annað plástur. Eg fái ofta munnsár, so tí havi eg zovir, og pennar havi eg altíð brúk fyri á arbeiðsplássinum”
Joan Varming,
lesandi, 22 ár
”Eg fór til arbeiðis í jakka, men tað varð alt ov heitt, so hann fór niður í taskuna. Eg var í býnum um vikuskiftið, og fyri at fáa luktin burtur, tyggi eg tyggigummi. Omma mín lesur altíð vikubløð, so av tí at eg var í býnum, keypti eg henni eitt”
Lisa Jacobsen,
lesandi, 18 ár
”Eg havi myndatól við, um okkurt áhugavert skuldi hent. Tendrarin er eisini við, um onkur vil hava eld. Eg elski tyggigummi, so tað má altíð vera við. Smyrslið er við, um eg má hampa meg, og sjálvandi Visakortið, so eg fái keypt – tað hendir tó viðhvørt, at eg fái minus”
Astrid Reinert Mohr,
lesandi, 17 ár
“Eg havi millum annað eina perluketu og smyrsl í taskuni. Eg var í perluketuni, tá ið eg fór í ball um vikuskiftið, og legði hana so í taskuna, tá ið eg fór til hús. Tyggi-gummi havi eg altíð uppiá mær. Tað er bara ein vani. Eg fari ongan veg uttan mín Ipod, tí mær dámar best at lurta eftir tónleiki, meðan eg gangi. Eg havi verið á festivalum í summar, og tí havi eg oyraproppar uppi á mær, so eg ikki endi við at fáa tinitus, hóast mær dámar væl tónleik”
Anna Vang,
krambakvinna, 41 ár
”Eg havi garn í taskuni, tí mær dámar so væl at binda. Tá eg eri til arbeiðis, bindi eg viðhvørt í steðginum, og beint nú bindi eg eina troyggju til meg sjálva. Telefonina havi eg uppi á mær, so børnini kunnu fáa fatur á mammu síni. Feittstiftin er altíð í taskuni. Tað er tíverri eisini sera týdningarmikið hjá mær at hava panodil við mær. Eg freistist ofta til at keypa bomm, so tí havi eg tyggigummi við í staðin”