Óli Jacobsen, Argir
---
Vit eygleiða í hesum døgum eina tilgongd, har stór virði í vinnuni verða flutt. Spurningurin er, um hettar er eitt tilvitað val ella verður framt í blindum?
Fyri tveimum árum síðani ásettu Føroyar sær einvíst eina makrelkvotu. Henda avgerð bleiv tikin í ásannan av, at ymisk viðurskifti bendu á, at vit áttu ein nógv størri part av hesum ferðandi tilfeingi enn politiski myndugleikin hevði givið sær far um ella vistu. Grundarlagið undir hesari nýggju støðutakan var millum annað ein frágreiðing, sum ”Føroya Reiðarafelag” hevði latið gjørt; tøk á heimasíðuni www.shippingklubb.no.
Hvør hevur sovið á gullinum?
Mynstrið í fiskagongdini er eyðvitað ikki støðugt, men frágreiðingin var eftir øllum at døma so áhugaverd, at hon førdi til, at politiski myndugleikin kúvendi í spurninginum um uppisjóvar-fiskiskapin.
Í áravís og til fyri kortum hava aktørarnir (politisku myndugleikarnir í strandalondunum, fakligi myndugleikin og vinnan) bygt sítt samstarv á eina fatan av, hvussu makrelurin ferðast: Henda fatan hevur verið, at makrelurin bert í lítlan mun er í føroyskum sjóøki, og tí hevur semja verið um okkara lutfalsliga lítla part av hesi kvotu.
Frágreiðingin ger fullkomuliga upp við hesa fatan. Fiskimálaráðharrin gjørdi bart og ásetti egna føroyska. Fiskiskapurin hevur eisini staðfest, at frágreiðingin var eftirfarandi. Hetta tíðarskeið hevur makrelur, í ovurstórum nøgdum, verið pumpaður inn um lúnningar– eitt ’gull’, sum ikki skuldi verið í føroyskum her, sambært gomlu uppfatanini.
Søgnin sigur, at tann fátæka Sissal í Skúvoy tríggjar ferðir droymdi, at hon svav á gullinum sum skuldi vera grivið undir rygginum millum tær báðar tjarnirnar, har hon var sovnað. Men har vóru ongar tjarnir, har hon svav, og ikki dugdi hon at týða dreymin. Men kellingin gamla helt at tjarnirnar so kundu sipa til eyguni á Sissal, og ryggurin var nasaryggurin. Og rætt hevði hon: Á staðnum, har hon hevði sovið, gróv hon seg fram á gullhornið hjá Sigmundi Brestissyni, og kongur gav henni peningsvirði og hartil jørð í Húsavík fyri gullhornið. Soleiðis gjørdist tann fátæka Sissal til ríkastu kvinnu, ið verið hevur í Føroya søgu.
Havandi í huga, at grundarlagið undir frágreiðingini eru tøk data, hví bleiv tað so reiðarafelagið og ikki fakligi myndugleikin, sum kom við hesi kollveltandi frágreiðing?
Veiðutrýst: Er tað so einfalt?
Frágreiðingin hjá Føroya Reiðarafelag viðger ikki einans gongdina hjá makrelinum, men eisini hvørja ávirkan hon óiva hevur á annað lív í havinum runt Føroyar. Spurningurin er ikki um makrelurin ávirkar aðrar fiskastovnar undir Føroyum, men heldur í hvussu stóran mun. Tað framgongur greitt, at makrelurin livir ikki av ”luft og kærleika”, men er tvørturímóti er grovátari!
Í frágreiðingini verður onnur víst sera sera áhugaverd viðurskifti.
Íslendingar hava smb. Kringvarpinum mett um, hvussu nógvur makrelur er í íslendskum sjógvi og hvussu nógv hann etur. Í Føroyum fyriliggja – sum eg skilji – eingi tílík tøl. Man metir seg ikki hava tilfar at grundað slíkar metingar á. Hinvegin so benda kanningar á, at makrelur – alt eftir hvørja føði hann inntekur – etur 4-9 ferðir tað, hann økir sína egnu vekt við.
Inntil makrelurin eisini bleiv ein partur av kjakinum, so hava niðurfiskaðir stovnar og ov høgt veiðitrýst eftir, toski og hýsu verið tað, sum alt kjakið hevur snúð seg um. Henda eintáttaða fatanin hevur viðført at bæði leikur og lærdur hava dugað papageykasvarið ’ovurfisking’ sum einastu atvoldina til ta óhepnu gongduna hjá hesum fiskastovnum. Skerjingarnar, sum hava verið framdar nógvu seinastu árini, staðfesta eisini, at politiski myndugleikin hevur tikið hettar til sín.
Fari ikki at mótmæla at veiðitrýsti hevur verið ov stórt, men: Er hettar allur og einasti sannleikin ella kann tað hugsast, at onnur viðurskifti ávirka meira enn fakligu autoritetarnir á økinum kunnu, megna ella hava vilja svara uppá?
Eins fløkt og samansett viðurskiftini í trídimensionala (hav)rúminum eru, sum illa lata seg eygleiða; har fortreytin er at hvør av øðrum liva má, og faktorar sum streymur, hiti og veður ávirka, tess meir einføld tykist forkláringin at vera...?
Las einastaðni, at man bert sá tað, sum fokus er á, hava vit ikki start okkum blind í veiðutrýsti og ovurfisking. Sakni eina meira nuanseraða tilgongd enn bert júkanina um tað sama, tí til seinast gerst tað einasti sannleikin. Hví hevur eingin t.d. rópt varskó, ”Makrel-innrás, hann etur alt sum fyri kjaftin rekur …”. Av hvørjum? Kundi tað kanska hugsast at …?
Fakta: Tons fiskaði av hvítfiski, upsa, toski, hýsu, longu og brosmu frá 2001 – 2010.
Útlensk veiða er ikki við í tølunum, í td. 2009 uml. 4.000. Kelda FVE.
Veiðivirðið av sama:
Tons samlað fiskaðið býtt uppá ymisku skipabólkarnar 2001 -2010. Fyri bólkin trolbátar tvs. 4Ter galdandi at teir í skrásetingini av hagtølunum til 2005/2006 vóru í bólki 4A og 4B.
og avreiðingarvirðið av sama:
Hvør hevur rætt at fiska makrelin?
Politiski myndugleikin brúkti frágreiðingina hjá reiðarafelagnum til at staðfesta rættin til at fiska makrel. Síðani hevur verið kjakast um, hvør ið hevur rættin at veiða makrelin. Nakrir skipabólkar hava sett dagsskránna fyri kjakinum, meðan aðrir bólkar, td. línuskip, garnaskip, trolbátar og útróðrarbátar at kalla ikki hava verið partur í hesum orðaskifti og tað er mótsigandi. Frágreiðingin hjá reiðarafelagnum staðfesti ikki bert, at makrelurin er í føroyskum sjógvi í nógv størri mun enn áður hildið, men eftir øllum at døma ávirkar alla vistskipanina, við stórum avleiðingum fyri toska-, hýsu- og upsastovnin. Er ikki upplagt, at teir, sum troyta toska- og hýsustovninum, eru partar av orðaskiftinum?.
Men hettar eru ikki premissurnar – tvørturímóti! Spyr t.d. eigarar og manning á Bragd? Bragd átti uml 120 dagar sum eftir fleiri niðurskurðir vóru blivnir til 81 dagar. Í 2010 gjørdu teir av, at keypa eitt loyvi, sum í teirra part gav 33 dagar; heldur enn 81 dagar áttu teir nú 114 dagar árliga. Bert eitt ár seinni og enn ein niðurskurð uppá 20 % átti Bragd 91 dagar!
Hesin niðurskurður er enn ein avleiðing av eindimensionelle pástandunum um ov stórt veiðitrýst! Og serliga toska- og hýsufiskiskapurin verða onkursvegna – í øllum førum í praksis – fataður sum isolerað fyribrigdi, tí minkandi veiða næstan pr automatikk viðførir skerjingar.
Ósmidlig fiskivinnufyrisiting
Fingu so eigarar og manningin av Bragd boðið nakað ístaðin? Kanska at fiska av tí makreli, sum í stórari nøgd hava svomið inn á hvørja vík og etið av øllum, bæði hjá fugli og fiski. Nei, frá politiskari síðu bleiv heldur róð uppundir, at um menn ikki fingu tað at bera til so máttu teir finna sær okkurt annað at takast við, kanska at fara til skips í Noregi. So tann avmonteringin av einum parti av flotanum, sum nú fer fram, er eingin neyðsyn, men eitt politiskt val.
Man kundi so spurt um einki annað tilfeingið er á grunninum? Hvat við tungu, reyðsprøku, skøtu, havtasku, hvítingi, longu, brosmu, krabba osv osv? Ein skuldi hugsað, at tað var upplagt.
Nei, allar umsóknir til Fiskimálaráðið um at royna nakað nýtt, okkurt ”alternativt”, verða sópaðar av borðinum við teirri typisku grundgeving, at tú hevur eitt loyvið (húkaloyvið). Áhugavert kundi verið at vita, hvussu nógvar umsóknir liggja í Fiskimálaráðnum frá bátum/skipum um alternativa veiðu á landgrunninum (burtursæð frá einum loyvi inni á grunninum eftir havtasku við gørnum, so eru mær vitandi eingi alternativ loyvi útskrivað).
Neyvan nakrastaðir í heiminum er fiskivinnan meira einstáttað enn í Føroyum. Tað er eitt paradoks, at vit skerja veiðuna eftir toski og hýsu, alt meðan vit tvíhalda um, at somu bátar bert skulu fiska tosk og hýsu. Hví so er, havi eg ikki havið fingið nakra haldbara grundgeving fyri. Fyri meg er spurningurin meira blivin, um ikki alt ”tankasettið” aftan fyri føroyskan fiskivinnupolitikk bæði á sjógvi og landi er høvuðstrupulleikin heldur enn nakað annað. Tað tykist sum um onkur formur fyri arrogansu valdar í politisku skipanini. Samstundis sum ein partur av flotanum ikki sleppur at tillaga sín fiskiskap fyri at lofta sær inntøkuliga og fáa gagnnýtt tilfeingið, sum í alt ov lítan mun kemur til høldar, so verða nýggj loyvir útskrivað til nýggjar aktørar, summir við útlendskari manning og ongum sáttmálum.
Burtur frá vanahugsan
Í Noregi eiga smáu førini rættin til at fiska uml. 15 % av samlaðu makrelkvotuni. Eg skal ikki býta nakran makrel, men fyri meg tykist upplagt, at bæði bólkurin línuskip og útróðrarbátar eiga atgongd til sín lut í makrelfiskiskapinum, kanska ímóti ikki at fiska tosk og hýsu á landgrunninum hesa tíðina. Tvær flugur í einum bresti. Politiski myndugleikin ásetti karmarnar, men annars latið aktørarnar sjálvar umsitið fiskiskapin. Hesir kundu hvør sær ella í felag, eins væl og aðrir (nýggir) aktørar, leigað inn egnað skip til hendan fiskiskap inntil meiri skipaði viðurskifti vóru fingin í lag viðvíkjandi móttøku.
At vinnuligir áhugabólkar royna at leggja trýst á politisku skipanina fyri at fremja síni áhugamál, er einki meiri enn sjálvsagt. Men ein kundi ynskt, at politiski myndugleikin ikki lat seg taka av fótum av einstøkum málum og gloymdi alt um ein yvirskipaðan fiskivinnupolitikk, ið røkkur longur enn til morgindagin.
Argir, tann 8. febr. 2012










