Mær dámar sera væl, at øll rinda inn og sostatt eisini hava rætt til útgjald sammett við, at tú sjálv/ur gerst av, um tú vilt vera limur av einum arbeiðsloysiskassa.
Nú heimskreppan kom sum eitt omanlop eisini í grannalondunum eru mong tikin á bóli, tí tey gjørdist arbeiðsleys og ikki vóru limir í arbeiðsloysiskassa.
Summi halda seg gjalda ov nógv. Til tað er at siga, at undir truplu árunum 1993-1997 var inngjaldið 2,75%, meðan tað í dag er 1%. Summi minnast enn, at ALS mátti út at lána pening til útgjald, sum eitt skifti fór niður í 67% av eini arbeiðsmannaløn. Hugaligari er at ALS eigur slakar 650 mió.kr.
Hvat gerst tú?
Sum virkisráðgevi havi eg tosað við 100-tals arbeiðsleys fólk. Lagnur og orsøkir vóru ymiskar. Arbeiðssamleikin var týdningarmikil hjá flestøllum eins og hjá øllum øðrum. Hvussu mong okkara hava ikki fingið ella sett spurningin ”Hvat gerst tú?” sum tann fyrsta, tá vit tosa við fólk, vit ikki kenna. Tá vit so fáa svarið, gera vit okkum eina mynd av persóninum – alt eftir, hvat svarið er. Tað er trupult ikki at hava eitt starv, serliga um talan er um longri tíðarskeið.
Er arbeiðið alt?
Peningur er neyðugur, men eisini kenslan av at brúk er fyri mær - eisini á arbeiðsplássinum, eg geri ein mun, eg havi starvsfelagar sum eg havi tað gott saman við og avbjóðandi uppgávur. Eisini status kann hava sera stóran týdning.
Men arbeiðið er als ikki alt. Umráðandi er sjálvsagt, at hava onnur virði í lívinum enn júst arbeiðið. Hetta var eisini boðskapurin hjá Føroya biskupi í samrøðu við útvarpið fyri jól. Sjálvandi eru onnur virði størri t.d.: familja, vinfólk og ein góð heilsa. Hetta ljóðar einfalt, men er tað ikki. Tí hvussu við hesum virðum, um eg missi hús og heim? Mær dámar betur um vit megna tað stavhald, at arbeiðið er ein mannarættur hjá øllum.
Rúmligi arbeiðsmarknaðurin
At arbeiðið eigur at vera ein mannarættur hjá øllum – eisini teimum við skerdum arbeiðsførleika – mugu vit eisini tryggja, tá arbeiðsloysið er vaksandi. Tí júst tey við skerdum førleika kunnu hava truplast við at finna nýtt starv, um tey gerast arbeiðsleys. Tí mugu skipanirnar, lógarverk og hjálp frá tí almenna vera smidligar. Og lógarkarminum tørvar ábøtur í mun til rúmliga arbeiðsmarknaðin. Bæði til tess at fyribyrgja at fólk missa arbeiðið vegna skerdan arbeiðsførleika, og í mun til at fáa tey við skerdum førleika inn á arbeiðsmarknaðin. Tjóðveldi hevur fleiri uppskot í mun til júst hetta og vónar, at samgongan ynskir samstarv um júst rúmliga arbeiðsmarknaðin.
ALS útgjald, hvussu leingi?
Umráðandi er, at fólk fáa nýtt arbeiði ella fáa útbúgving í boði sum skjótast, tá tey gerast arbeiðsleys. Tað er so langt síðani prógvað, at longri arbeiðsloysið varar, truplari er at koma koma aftur í starv. Tí kundi veri vert at umhugsa í hesum sambandi at minka dagatalið til 24 mánaðar, soleiðis sum tað var, tá skipanin byrjaði.
Hækkað ALSútgjald = arbeiðsmarknaðarpolitikkur?
Eg haldi tað vera eitt gott hugskot at hækka ALSútgjaldið. Men løgið var tað, fyrst at hoyra løgmann nærmast geva Føroya fólkið lyftið um hetta, fyri so at koma afturumaftur og siga, at tað sjálvandi skuldi tosast við stýrið, tí tað skuldi ikki takast av ræði!
Sum eg hoyrdi røðuna, var tað at hækka ALS gjaldi einasta boð upp á arbeiðsmarknaðarpolitikkin hjá sitandi samgongu.
Vinnumálaráðharrin heitir á stýrið fyri ALS um at fremja tillagingar í ALS-skipanini. Vit vita at ein arbeiðsbólkur í 2005 gjørdi eitt álit um broytingar í ALS skipanini. Hesar eru enn ikki viðgjørdar á tingi. Sera óvirðiligt eftir mínum tykki.
Veruligur arbeiðsmarknaðarpolitikkur
ALS-gjaldið er sjálvsagt týdningarmikið. Men tað er annað í er umráðandi, tá um ALS ræður.
Hvussu tryggja ikki minst teim ungu skjóta og góða viðgerð, so tey koma úr aftur skipanini sum skjótast?
Hvussu við teimum sum eru í skipanini, men hava aðrar trupulleikar umframt arbeiðsloysið?
Hvussu hjálpa vit hesum best?
Skulu vit gera meira við at eggja arbeiðsleysum til útbúgving og á hvønn hátt?
Skal útbúgvingar –og arbeiðsmarknaðarpolitikkur ikki samskipast betri?
Útbúgving, útbúgving, útbúgving
Í mun til útbúgving kann sitandi samgonga als ikki breiða upp á seg. Tað vísti fíggjarlógin so syrgiliga. Vóni at samgongan endurskoðar – eisini - tann partin av fíggjarlógini. Tey, ið gerast arbeiðsleys hava flest starvsmøguleikar, um tey hava eina útbúgving, og fleiri starvsmøguleikar latast upp, um fólk fáa eina útbúgving. Her er ein orsøk aftrat til ikki at niðurpína útbúgvingarstovnar ella nokta pening til nýggjar útbúgvingar.