Vit hava jú tvey parlament, sum taka ymsar avgerðir okkara vegna.
Fólkatingið viðger og smíðjar lógir, sum viðvíkja ikki-yvirtiknum málum, t.d. uttanríkismál, útlendingamál (enn), gjaldoyra og valutamál, fíggjarmál og eftirlit, verjumál, stjórnarrættarlig mál osfr. Og so ger danska stjórnin harafturat altjóða avtalur, sum eisini eru bindandi fyri Føroyar.
Tí er tað ikki líkamikið, hvør tað er, sum talar okkara søk, tá ið altjóða bindingar verða gjørdar, og lógir samtyktar, sum viðkoma okkum. Sambandsumboð úr Sambandsflokkunum síggja onga meining í at vinna okkum økt rættindi, men tosa bara um konstruktivan dialog, - men um hvat?
Tjóðveldið tosar eisini um konstruktivan dialog, men vit seta krøv, sum á Fólkatingi snúgva seg um taka rættindi heim til Føroyar, sum herheima kunnu viðvirka til tjóðarbygging okkara.
Hetta vinnur okkum fram á leið og skapar virðing á Danatingi!
Gott val
www.tjodveldi.fo/annita