»Hvat gat eg sagt?«

Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum: ?Hvat gat eg sagt....?. Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska forlagnum og borga fyri, at innihaldið er fullgott

BÓKAÚTGÁVA

Havið, Regnskógurin og Rúmdin siga frá hvør sínum náttúruøki. Í hvørjari bók eru nógvar forvitnisligar og livandi myndir, ið ikki bert eru ein fragd fyri eygað, men samstundis siga sína søgu ofta betur enn mong orð megna at gera. Bókarøðin er løtt og greidliga skrivað og á tremur við upplýsingum til børn og ung. Aftast í bókunum eru orðalýsingar og leitorðalistar, so lætt er at finna fram til tær røttu upplýsingarnar.
Havið, ið Jørgin M. Árnason við Úlvsá, lærari, hevur týtt, hevur m.a. frásagnir um háv, hval og delfin. Lívið í korallrivum og mangt annað sjáldsamt, ið er til undir sjónum og á havsins botni, verður lýst við hugtakandi myndum og upplýsandi teksti.
Regnskógurin, ið Magni Joensen, lærari, hevur týtt, greiðir frá mongu dýrunum, ið krógva seg í regnskóginum. Tikarar, slangur og sjimpansur umframt flogeðlur, silkiapur og letidýr - fyri bert at nevna nøkur av teimum. Lesarin verður kunnaður um týdningin, regnskógurin hevur fyri alt livandi á jørðini.
Rúmdin, ið Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt, sigur við hugtakandi myndum og greiðum teksti frá nógvum fyribrigdum í rúmdini. Greitt verður m.a. frá øllum sólarfylginum, frá gongustjørnum, halastjørnum, vetrabreytini og frá rúmdarferðum.
Hetta eru upplýsandi bøkur til børn og ung bæði í heimi og skúla. Repro-Z hevur havt prentgerðina um hendi. Hvør bók er 48 blaðsíður og fæst í bókabúðunum fyri 72 krónur.