Kári Leivsson, serfrøðingur í kliniskari sálarfrøði, SÁLARFRØÐISTOVAN við Tórsgøtu 17
----
»Fólk hava skepsis at ganga til psykolog« - hesi orðini vórðu søgd av Súsonnu Skaale, sálarfrøðingi í sjónvarpssendingi í gjárkvøldið, 11. oktober. Eg fái hug at viðmerkja, at hetta er als ikki tað vit uppliva, sum arbeiða í sjálvstøðugari praksis.
Beint tvørtur ímóti, so er støðan hon, at eitt sterkt vaksandi tal av borgarum gagnnýtir sær hesa heilsutænastu, summi ávíst av lækna, onnur av almannaverki ella kommunalari tænastu, arbeiðsplássi – ella tey koma á egnum vegum.
Kann tað vera, tí Súsanna Skaale livir í eini aðrari øld, har asylum-burturgoymsla, mystikkur og ræðsla fyri tí sálarliga ráddi, og har tað at søkja sær hjálp fyri tí, var »skomm«?
Soleiðis er støðan ikki longur í einum modernaðum samfelagi, har tað at ganga til sálarfrøðing er líka so náttúrligt sum tað at ganga til tannlækna, fysioterapeut og lækna. Tað er hesa broyting, vit sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingar týðiliga merkja.









