Ein orsøk til spurningin var framferðarhátturin, sum eftir øllum brøgdum Tjóðveldisflokkurin tykist standa fyri, samb. tí sum fram kom undir og aftaná orðaskiftið.
Samgongulimir úr øðrum flokkum søgdu seg ikki vita, hvussu fram var farið, og svarið frá landsstýriskvinnuni samsvaraði ikki við tað okkara kirkjumyndugleikar siga. Landsstýriskvinnan segði, at avvarðandi myndugleikar eru tiknir við uppá ráð, meðan hetta verður avsannað frá fleiri síðum av teim, sum talan er um.
Ein orsøk til fyrispurningin var eisini tann ótryggleiki sum valdar, og konkretu spurningarnir vóru ikki svaraðir.
Onki greitt svar
Tá bæði Annlis Bjarkhamar og nú eisini Kristina Háfoss í fjølmiðlunum eru sannførdar um, at alt verður so gott og trygt, og ikki skilja at øll onnur ikki hugsa tað sama, tí nú verður alt í føroyskum hondum, so er tað so grunt og ófullfíggjað svar og støðutakan, at orð ikki finnast fyri tí.
Hvussu fer lógarverkið at síggja út? Hvør fær høvuðsábyrgdina av fólkakirkjuni? Verður tað ein fólkakirkja ella fríkirkja? varð m.a. spurt, men eingin av hesum spurningum varð svaraður.
Óðamannaverk
Kann ikki lata vera við at hugsa um hina landsstýriskvinnuna, sum eisini tosaði um at alt bleiv trygt og gott í føroyskum hondum, tí nú var fullveldið í eygsjón, og bæði heilsu- og almannaverkið var tryggjað fyri framtíðina, fyri ikki at tala um komandi eftirlønarskipanina, ið fór at verða einastandandi !!
Eftirlønarskipanin kom ikki niðan í tingið, og hvat er vorðið tryggari á heilsu- og almannaøkinum? Landsstýriskvinnan hvarv eisini og fór í andstøðu !
Fólk sum starvast innan fólkakirkjuna og sum taka undir við yvirtøku, siga beinleiðis, at tað er óðamannaverk at yvirtaka fólkakirkjuna nú, tí kirkjan er ikki fyrireikað til yvirtøkuna enn, men hetta leggja tjóðveldistinglimir og landsstýriskvinnan lítið í.
Yvirtøkan
Tá løgmaður nú sigur, at sjálvt Sambandsflokkurin tekur undir við yvirtøkuni, so skal eg boða frá, eins og eg gjørdi tað undir orðaskiftinum, at tað verður ikki undir slíkum umstøðunum, at løgmaður skal vænta sær undirtøku frá flokkinum.
Sambandsflokkurin hevur sagt, at verður alt væl og virðiliga fyrireikað, allir partar tiknir við í arbeiðið, so vit vita hvat vit gera og hvat vit yvirtaka, og eru fíggjarligar umstøður til tess, so kunnu vit taka undir við tí, og hesa støðu halda vit fast við, men eg vil eisini leggja dent á, at ongar av hesum treytum eru uppfyltar.