Hvat er originalitetur?

Er originalitetur at ljóða líka sum tónleikurin, ið er frammi í tíðini og verða samanlíknaður við útlendskar bólkur, men er tað ikki originalt at verða líknaður saman við seg sjálvan fyri 15 árum síðani. Terji Rasmussen spyr tað relevanta spurningin

Fyri 10 árum síðani var Terji Rasmussen í fyrstu Prix Føroyar finaluni og vann kappingina saman við bólkinum Moriae. Nú stendur hann aftur har ? í finaluni ? og skal royna at endurtaka kynstrið.
Í kjakinum, sum hevur verið um kappingina, hevur Terji millum annað fingið skotið í skógvarnar, at hann líkist sær sjálvum fyri 15 árum síðani, og at hann ikki er nóg originalur.
? Hvat er tað at vera originalur. Er tað at spæla tónleik, sum er frammi í tíðini, og verða samanlíknaður við útlendskar bólkar, men er tað ikki, at tú líkist tær sjálvum fyri 15 árum síðani. Allir bólkarnir í Prixnum verða líknaðir saman við aðrar bólkar uttan eg og Eyðun Nolsøe. Vit líkjast bara okkum sjálvum, men tað er opinbart ikki originalt, sigur Terji Rasmussen.

Royna at brúka alt positivt
Saman við Eyðuni Nolsøe hevur Terji Rasmussen verið skotskiva í einum hørðum kjaki um, hvørjir bólkar hava uppiborið eina Prix-finalu meira enn aðrir.
? Nógv fólk hava grenjað, men prátið er als ikki í forhold til tað, sum alt snýr seg um. Tað verður tosað um umælarar her og der, men eg havi enn einki ummæli sæð av tónleikinum í Prixnum.
? Tað hava verið nógvar meiningar um tónleikin og tónleikararnar, men eingin hevur veruliga greinað tónleikin hjá bólkunum, heldur Terji Rasmussen.
Hóast hann og hansara tónleikur hevur verið fyri atfinningum, so er hann ikki fallin í fátt.
? Eg veit væl, at tá ið tú stingur nøsina fram, so kanst tú fáa ein frammaná. Men eg havi altíð roynt at venda slíkum til nakað positivt, og eg ætli mær eisini at vera eitt sindur sjálvironiskur til finaluna, sigur Terji Rasmussen.

Góðir við sínar sangir
Í kjakinum um Prix Føroyar hevur verið tosað um listarligt úttrykk samanborið við gott handverk, og tað er eisini nakað, sum Terji hevur sína hugsan um.
? Onkur heldur, at okkara tónleikur er handverk fram um listarligt úttrykk. Men eg kann bara siga, at eg eri góður við mínar sangir, og teir hava allir nakað at siga fyri meg. Tað er sum eitt barn, sum tú uppfostrar og ert góður við. Sangirnir hjá mær eru mínar heilagu kýr, sigur hann.
? Sjálvt um ein sangur sum »Nummar« er ein forferdiliga marra, so havi eg virðing fyri honum, tí hann var skrivaður í eini ávísari tíð, tá ið eg var í einum ávísum stemningi, og fólk hava tikið hann til sín.
Terji Rasmussen fer leygarkvøldið at spæla sínar nýggjastu sangir, og hann hevur síðani hálvfinaluna broytt skránna hjá sær eitt sindur, so at tað eisini verður nakað nýtt at hoyra frá honum.