Sjálvt um MP3-tónleikur fyllir nógv minni enn fløgutónleikur, er góðskan nærum tann sama.
Av tí at MP3-sangir fylla so lítið, ber til at goyma ein hóp av teimum á telduni, og tað ber til at flyta teir um internetið ? frá einari teldu til aðra uttan trupulleikar.
MP3 hevur ført við sær ein heimsumfatandi stuldur av tónleiki, sum verður lagdur á internetið, har ein og hvør kann taka teir inn á sína teldu heima við hús, og so spæla sangirnar gjøgnum telduna.
MP3-tónleikur finnst á hvørjum horni á internetinum, og eisini føroyskur tónleikur finst millum útboðið.