Fyrilesturin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum kallast „Tað flúgvandi teppi“, og er ein øðrvísi frálæruháttur innan mentanarfatan, skrivar Norðurlandahúsið.
Tað er íslendska Kristin R. Vilhjalmsdóttir, sum eigur hugskotið. Hugskotið byrjaði sum ein mentanarverkætlan, og hevur síðan verið nýtt á undirvísingardeildin á Reykjavíkar Kommunala Bókasavni, tá ið tey hava arbeitt við mentanarhugtøkum og altjóðamentanarfatan millum børn og ung.
Tey sum koma til tiltakið fáa høvi at møta hvørjum øðrum, og at leggja fram mentanina tey eru úr fyri hvørjum øðrum í kveikjandi umstøðum.
Mannagongdin verður brúkt sum amboð til at stykja sjálvsmyndina hjá hvørjum einstaka luttakara, og eisini felagsskaparkensluna í bólkinum. Spurningar so sum hvat metan er, hvat er mín mentan, og hvussu vil eg at onnur síggja meg verða spurdir.
-Ein umráðandi faktorur tá verkætlanin endar, er at tað felags- og fjølmentanarliga verður uppfatað sum nakað, ið viðkemur øllum í samfelagnum, og ikki neyturviliga nakað sum bert hevur við tjóðskap at gera. Tí eru øll við á sama støði.
Tiltakið er í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.30










