Hvat er meiningin við so nógvum ráðum?

Føroya Arbeiðsgevarafelag (FA) spyr hvat meiningin við fleiri ráðum er, um ætlanin ikki er at brúka frágreiðingar, sum tey framleiða.

 

Ítøkiligt spyr Føroya Arbeiðsgevarafelag á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, hvat grundarlagið undir Búskaparráðnum er, um eingin lurtar eftir teimum.

 

Við støði í nýggjastu búskaparfrágreiðingini, har mælt verður til minkað um útreiðslur, bæði frá landsins síðu og frá kommununum, spyr FA hví fíggjarmálaráðið ikki arbeiðir har út frá.

 

Búskaparráðið vísti á í síni fráðgreiðing, at búskaparpolitikkurin í Føroyum, bæði kommunalt og alment, er konjukturviðgangandi. Tað vil siga, at tað verður spart tá tað gongur illa og brúkt tá tað gongur væl.

 

Um búskaparráðið mælir frá hesum leisti og hann ikki verður fylgdur, hvat er tá meiningin við búskaparráðnum og øðrum tílíkum ráðum spyr Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið eisini mælir til, at grundarlagið hjá Búskaparráðnum má betrast. At brúka tøl frá 2013 kann í ringast føri geva eina heilst skeiva meting. Nakað, sum fyrrverandi formaðurin í búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, eisini hevur víst á.

 

Alt skrivið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag kann lesast á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.