Hvat er lívið ikki herligt at liva?

- Vónandi verða grønlendingar ikki oyðilagdir av akademiskum pamparaveldi, sum er við at forkoma Føroyum.

Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, sum liggur inni í Umanak-fjørðinum og tekur ímóti fiski frá grønlendskum jollufiskimonnum, var ikki heima á sjómannadegnum hesaferð. Saman við øðrum plagar hann annars at vera rættiliga aktivur í fyriskipingini av hesum stóra familjutiltaki í Klaksvík.

 

Meðan teir hava verið í Gønlandi, hava teir upplivað eitt sindur av hvørjum, og í síðstu viku hjálptu teir grønlendingum, sum høvdu skotið ein stóran finnhval. Í bygdini er eingin krani, og tí hjálptu teir við at fáa stóra hvalin so mikið niðan frá, at til bar at skera hann upp.

 

Á myndum, sum Hjaltur Poulsen hevur lagt út á sína Facebook-síðu, sæst, at menn av Ågot eisini hjálpa grønlendingum at skera upp. Kokkurin umborð á Ågot, Símun í Vátutoft, hevur eisini lagt myndir út av leskiligum stórhvalabúffum, sum hann borðreiddi við til nátturða á sjómannadegnum.

 

- Hvat er lívið ikki herligt at liva? Hesir sleppa at vera rættir veiðimenn. Ongar forðingar. Í Føroyum sleppur tú ikki at skjóta ein kóp - uttan so, at tú hevur eitt aliloyvi. Hvat verður av okkara veiðimonnum?

 

Soleiðis skrivar Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot á sínari Facebook-síðu. Ein viðmerkjari á síðuni hjá skiparanum á Ågot skrivar soleiðis: "Vónandi fáa grønlendingar frið at liva - langt inn í framtíðina, og vónandi verða teir ikki oyðilagdir av akademiskum pamparaveldi, sum er við at forkoma Føroyum".