Hvat er Krokodil?

Rúsevnið hevur fingið heitið krokodil, av tí at misnýtarin eftir stutta tíð fær eina grønlittað húð, sum flusnar av, fer at líkjast leðri, og minnir tískil um krokodilluskinn. Seinni byrja sár at koma fram, og kjøtið verður grátt og rotnar, áðrenn tað dettur frá beinagrindini.

Misnýtarin rotnar bókstaviliga, og tí verður krokodil eisini sagt at vera “rúsevnið sum etur rúsevnismisnýtarar”.
Krokodil verður gjørt av høvuðpínutablettum, tynnara, jod og saltsýru. Tá hesi evnini verða blandað, verður rúsurin nøkunlundað tann sami, sum tá misnýtarin tekur heroin, men krokodil kostar vanliga minni enn ein tjúgundapart av veruligum heroini.
Tilfarið í krokodil verður blandað saman til ein vandamiklan blending, ið inniheldur eitt tilevnað opiat, ið er fleiri ferðir sterkari enn heroin.
Krokodil hevur sín uppruna í Russlandi, tá rúsevnismisnýtarar fyri umleið fimm árum síðani byrjaðu at brúka evnið. Seinastu árini hevur nýtslan verið vaksandi.