Hvat er kreppa?

Tá eg havi valt at nevna varandi loysnir bæði innan barnaansing og eldrarøkt, so er tað tí, at nevniliga hesi bæði ø.kini hava staði sum nr. 1 hjá øllum flokkum, í tveimum teimum seinastu valstríðunum, og somuleiðis hesu ferð.

Tey seinastu fýra árini eru nakrar lagnur komnar fram í fjølmiðlarnar, har familjur hava verið í stórari kreppu, orsaka av, at ein hevur havt dement foreldur, ella nærmastu familju við hesum trupulleika, búgvandi heima. At ein ikki hevur vita nakran annan útveg, enn at fara í fjølmiðlarnar við síni neyð, vísir, hvussu stórur tørvurin er, bara á hesum økinum.

Tað finnast eisini nógv, ið hava foreldur, ella avvarðandi búgvandi heima, ella tey búgva í egnum húsum, men tó eru so mikið illa fyri, at tey fyri langari tíð síðani, áttu at havt fingið tilboð um pláss, á sambýli ella røktarheimi.

Hvat er so kreppa? Jú tá tú, eftir at hava gjørt alt tað tú kundi og so innast inni veit, at hvussu tú so roynir, so kann tú ikki bæði klára at passa arbeiði, heim, familju og eisini tann dementa ella røktarkrevjandi familjulimin.

Kreppa er eisini, tá tú við tínum dementa familjulimi, møguliga hevur verið uppi dag og nátt, tí tú veit, at viðkomandi t.d. er sera kroppsliga væl fyri, og tí kann finna uppá at fara út, allar tíðir á degnum. Tey ið koma út fyri hesum verða skjótt koyrd føst í sínari støðu.

Kreppa er eisini, tá tú skal til songar, og tú veit, at ein av tínum nærmastu, ið hevur t.d. ellisbrek og tí ikki kann klára seg sjálvan, møguliga liggur einsamallur í nátt, tí tað eru ongir aðrir møguleikar.

Kreppa er eisini, tá tú eftir at hava roynt alt títt besta, ikki kann fáa so mikið av avlastan, at tú hevur møguleika fyri, at kopla frá.

Líka mikið hvørji lyftir sitandi býráð kann geva á hesum økjum nú upp undir valið, so skert tað ikki burtur, at her er ov lítið komið burtur úr, í mun til tey lyftir, ið vóru givin, til seinasta býráðsval.

Sum valevni Sjálvstýrisfloksins til komandi býráðsval er hettar nøkur av mínum hjartamálum.


Ása Olsen