Í seinasta fríggjadagssosialinum hevur Kári Mikkelsen tvær greinir, sum eg kundi hugsa mær at gjørt nakrar viðmerkingar til. Tann fyrra ber heitið: Vestergaard verið dýrur drongur. Viðmerkingin hjá Mikkelsen snýr seg um tvær avgerðir hjá Jacob Vestergaard, onnur í samband við loyvi hjá Jógvani S, sum varð afturtikið meðan Jacob Vestergaard var fiskimálaráðharri, og hin um skiparnar á Smyrli, nú Vestergaard var innlendismálaráðharri. Lat okkum taka Jógva S málið fyrst.
Jógvan S málið
Tað má væl altíð vera so, at ein professionellur fjølmiðlaviðmerkjari lýsir eitt mál, í øllum førum nøkulunda, til fullnar, og serliga tá viðmerkingin beinleiðis er ætlað sum álop – fyri ikki at siga útspilling – av einum persóni. Mikkelsen skrivar bert, at afturtøkan af veiðiloyvinum kostaði landskassanum 2,4 mió. kr. sambart rættaravgerð. Ikki eitt orð um, hvat annars var hent í hesum málinum. Tað er einki at ivast í, at rættaravgerðin var røtt, men hvat lá aftanfyri avgerðina hjá Jacob Vestergaard. Jú sum landsstýrismaður noyðist hann, eins og ein og hvør annar landsstýrismaður, at lurta eftir løgtingsins vilja. Málið um Jógvan S var komið í landsstýrismálanevndina, og hendan løgtingsnevndin kravdi, at loyvið varð afturtikið. Jacob Vestergaard kundi so velja, at halda fast um loyvið, og tað var, so vítt eg veit, hansara sjónarmið, og harvið endaði málið helst sum ein samtykt í Løgtinginum, sum so tvingaði hann til kortini at taka loyvið aftur. Hann valdi tí at fylgja landsstýrismálanevndini, sum umboðaði tann politiska viljan. Aftaná, tá rætturin hevur talað, kunnu vit síggja, at sjónarmiðið hjá Jacob Vestergaard var tað rætta, og at Løgtingsins vilji var skeivur. Men skal ein staðfesta ábyrgd í hesum máli, so má tað fyrst og fremst vera løgtingsnevndin og harvið Løgtingið, sum hevur ábyrgdina av hesum mistaki og harvið óneyðugu útreiðsluni.
Skiparnir á Smyrli
Eg havi longu skrivað eina grein, sum hevði eina hálva viku um at koma í Sosialin, um hetta málið.
Niðurstøðan í hesum máli er, at tað ikki vóru Vestergaard og innlendismálaráðið, sum eiga ábyrgdina av gongdini, men fyrst og fremst fíggjarmálaráðið og partvís fráfarni strandferðslustjórin. Tá skrivið um at broyta fráfaringaraldurin kom, og aktuellir persónar ikki vóru farnir úr starvi og heldur ikki vóru fylltir 67 ár, hava teir vanligan juridiskan rætt at halda fram í starvinum. Hetta átti strandferðslustjórin at handla eftir, og fíggjarmálaráðið hevði skyldu til at geva hetta loyvi. Og tá hetta ráðið gjørdi mistakið við at nokta, er púra greitt at málið mátti klagast. Strandferðslustjórin gjørdi eisini eitt stórt mistak við ikki at halda seg til sín egna myndugleika, nevniliga innlendismálaráðið. At so løgmaður eisini misti nervarnar og segði innlendismálaráðharran úr starvi vísir bara, hvussu jánkasliga málið varð viðgjørt. Niðurstøðan hjá Kára Mikkelsen um, at Vestergaard hevur ábyrgdina av 2,5 mió. í eyka útreiðslum av hesum málinum er tí beinleiðis skeiv. Tvørturímóti ætlaði hann at loysa málið á rættan hátt. Ábyrgdina hevur fyrst og fremst fíggjarmálaráðið og síðani løgmaður.
Sandoyartunnillin
Hin greinin hjá Kára Mikkelsen í fríggjadagsblaðnum ber heitið: Heimsins longsta og dýrasta jólagáva. Her ger Mikkelsen gjøldur burtur úr samtyktini um at gera tunnillin undir Skopunarfjørð. Maðurin fær seg til at seta eitt roknistykki upp, sum sigur, ar hvør borgari í restini av landinum rindar kr. 16.500 til teir 1.500 borgarnar í Sandoynni, og at hvør borgari í Sandoynni fær eina hálva millión sum jólagávu frá restini av landsins borgarum. Maka til niðurgering av parti av landsins íbúgvum havi eg ikki sæð. Tað ljóðar sum sandoyafólk eru “second class”, og sum at hesi ikki eisini eru við at halda føroyska samfelagnum gangandi. Kári Mikkelsen hevði egnað seg væl sum framsøgumaður í bólki ella flokki við rasistiskum sjónarmiðum. Nei mín góði harra Mikkelsen, tað er at fegnast um, at hóast alt vóru 24 tinglimir, sum sóu, at allir føroyingar hava somu rættindi, og at eisin Sandoyggin eigur at fáa lut í landsins samlaðu drívmegi. Sandoyingar luttaka frammanundan í rakstrinum av føroyska samfelagnum, eisini tí sum fellir niður í vaksandi miðstaðarøkinum, og tá teir nú koma uppí hetta øki verður lutur teirra upp aftur størri. Nei tann “gávan”, sum føroyingar við hesum geva Sandoyarfólki, er so avgjørt hjálp til sjálvhjálp. Føroya land fær nógv meira aftur sum frá líður, enn tann íløgukostnað, sum næstu 5 árini verður lagdur í hetta projektið. Kostnaðurin verður goldin yvir nøkur lutfallsliga fá ár. Nyttan er varandi í mong ár framyvir.
Um vit skulu vera í jólagávutermonologiini, so kunnu vit kanska líknað “tunnilsgávuna” við, at maðurin gevur konuni eina vaskimaskinu í jólagávu. Hetta er gott nokk ein stór gáva, men hon er ikki bert til nyttu fyri konuna, men í minst líka stóran mun fyri mannin sjálvan og alt húsarhaldið
Hugburðurin í greinini hjá Kára Mikkelsen er tann sami, sum kom fram í mótstøðuni móti fyrstu tunnilsbyggingunum í Suðuroynni og í Norðoyggjum, sum eisini vísti seg á sinni móti keypinum av “Molsinum” og sjálvt tá Vágatunnillin skuldi gerast var mótstøðan stór. Hetta bert fyri at taka nøkur dømi. Men Føroyar høvdu ikki verið til helvtar framkomnar og vælferðin ikki nærtil verið tann, hon er í dag, um ikki hesar og mangar aðrar íløguætlanir vóru framdar. Nógv er gjørt á Føroya landi gjøgnum tíðina, men nógv er eisini eftir. Framburður verður skaptur av framskygdum og vælmeinandi fólki, ikki av slíkum, sum ikki unna sínum meðmenniskjum nakað og ikki kenna til tað samhaldsfesti, sum eigur at vera millum allar landsmenn