Hvat er endamálið?

Tað snýr seg ikki bara um sambýlið úti í Svínoy. Hetta snýr seg um, hvussu Klaks­víkar kommuna verður rikin, og hví?

Archibald Black


Eg veit væl, at eg havi verið provokerandi við onkr­um av mínum út­sagn­um, men tað var fyri at varpa ljós á málið og fáa eitt kjak í gongd. Um tað var rætt ella skeivt, vil tíðin vísa. Klaks­­víkingar hava sjáldan, tað eg veit um, kjakast opið í fjøl­miðl­unum um avgerðir, býráðið hevur tikið.
Mín vón er, at vend er kom­in í. Í dag er lættari at koma fram við viðmerkingum. Vit hava t.d. fingið facebook. Fjøl­miðl­ar­nir fylgja eisini við á face­book og hyggja at, hvat fyriferst.

Fríggjaríið
Tá ið fyrrverandi býráðið fríggjaði til svínoyingar og tók undir við sambýlinum, løgdu kommunurnar saman. Núverandi býráð hevur síð­ani staðfest samtyktina. Sjálv­andi skulu gjørdar avtal­ur haldast, men núver­andi býráð átti at tikið samráðingar upp við svínoyingar, um at funnið eina aðra loysn, eina, ið hevði betri møguleika at eydnast. Bara sjálvur raksturin fyri eitt sambýli yvir eitt 10 ára skeið, til 8 búfólk, kostar meira enn 20 mill. kr., væl at merkja, um tað var í Klaksvík, men tað er tað jú ikki! Fyrrverandi býráð fríggjaði eisini til Hvannasunds Kommunu, hesaferð varð egnt við 10 tals mill. kr., tíbetur fekk Klaksvíkar Kommuna krakk. Eg dugi illa at ímynda mær støðuna í dag, um fríggjaríið hevði eydnast.
Spurningurin er so, um kommunan hevur lært nakað av gjørdum feilum, eg vóni framtíðin fer at vísa, at so er.

Fortíð ella framtíð
Klaksvíkar Kommuna stend­ur í dag framman fyri teimum størstu avbjóð­ing­unum nakrantíð, hetta kann ikki undirstrikast nokk, tað skulu sera dugnalig fólk til at venda gongdini. Vit eru í dag umleið 200 fólk færri, enn tá ið undirsjóvartunnilin lat upp, og allar forsagnir siga, at gongdin fer at halda fram. Stórur partur av útbúna ungdóminum rým­ir úr Klaksvík, útlitini eru óhugna­­lig. Fyri fleiri av okkara til­komnu borgarum, er valið lættari enn hjá KK, vit kunnu jú flyta til Havnar ella enn longur burtur. Børn­ini, ið nú eru vaksin, eru ikki her longur!

Hvar er visiónin?
Marketminds hevur gjørt eina kann­ing fyri K.K., ið út­greinar trupulleikarnar, býur­in hevur. Her eru fleiri greið­ar ábendingar. At ignorera hesa kanning, vildi verið av størstu mistøkum, hetta býráðið hevði gjørt.
Skúrurin í miðbýnum er eitt talandi dømi. Tá ið býráð­ið valdi ikki at taka niðurstøðuna hjá innlendis­málaráðnum til eftirtektar, varð eitt keðiligt mistak gjørt. Signalið býráðið hervið sendi, fær óivað størri avleiðingar enn roknað varð við. Tað, ið verri er, býráðið segði nei takk til framtíðina.
Í inspiratiónsætlanini ”Klaks­vík, ein býur fyri øll” varð tikið hædd fyri eini bátamarinu heimanfyri lítlu kei eins og møguleika fyri hotelbygging og einum livandi og fjølbroyttum umhvørvi við havnalagið. Um røktarheimið varð flutt eitt sindur longur heim, vórðu hesir møguleikar varðveittir. Hetta er nakað, ið framvegis kann verða gjørt. Tørvur á bátaplássum er longu stórur og verður neyvan minni sum frá líður, tað verður seg til fast pláss, bátafestivalar umframt onnur vitjandi. Vónandi endar hetta ikki við ”business as usual”.

Kostnaðurin
24. mars í ár var tað eitt ár síðani borgarafundin í Bad­minton­høllini, har inspira­tións­ætlanin, “Klaks­vík, ein býur fyri øll”, varð løgd fram. Hetta er higartil besta boð upp á, hvussu vit taka við avbjóðingunum, framtíðin hevur at bjóða. Framløgan varð sera væl móttikin, og birti vón í fólkið.
Higartil hevur kommunan brúkt millum 30-40 mill. kr. upp á ein miðbý, ið enn ongan veg er komin. Skal hetta halda fram?
Rætt ella skeivt?
Lívið er eitt val við av­gerðum. Hvør, ið var røtt, og hvør, ið var skeiv, vil tíðin vísa. Ein av tykkara avgerðum kann tí stevna tykkum beint aftur í nakkan, tá ið tit minst vænta tað, soleiðis er lívið. Tískil er sera umráðandi at gera arbeiðið til lítar.
Burtur við vanahugsan inn við nýhugsan. “ Think outside the box”.