Hetta er eitt nýtt coronavirus, ið ikki áður er funnið í menniskjum. Tað verður tí nevnt 2019 Novel cronavirus. Av tí at virusið er nýtt, so kunnu upplýsingar um virusið broytast, tá nýggj kunning kemur. Virusið varð staðfest fyrstu ferð í einum bólki av fólki í Wuhan, Kina, sum høvdu lungabruna. Hesi fólkini kundu øll verða sett í samband við ein marknað, ið selur sjógæti og livandi djór. Kinesisku myndugleikarnir komu fram á virusið gjøgnum eina eftirlitsskipan, ið leitar eftir óvanligum útbrotum av sjúkum í sjúkrahúsverkinum. Eftirlitisskipanin varð sett í verk eftir SARS-virusið breyt út í 2003.
Fólk, ið fáa Coronavirusið verða sjúk í andaleiðini. Summi fáa mild sjúkueyðkenni, sum febur, nøs, ið rennur og hosta. Men onnur fáa lungabruna ella nýraviknan, og summi verða álvarsliga sjúk og doyggja av virusinum. Tað eru ikki øll, ið verða smittað, ið verða álvarsliga sjúk og doyggja av virusinum.
Smittan verður vanliga flutt gjøgnum andaleiðina. Hetta kann henda, tá ein hostar ella nýsur. Ein kann eisini faa smittuna gjøgnum lutir, ið eru dálkaðir/hava smittuna á. Millum menniskju flytir smittan seg, tá menniskju eru tætt upp at hvørjum øðrum. Serliga familjulimur hjá teimum smittaðu og starvsfólk í heilsuverkinum hava tí fingið virusið eftirfylgjandi.
Enn verður kannað, hvør upprunin til virusið er. Sannlíkt er, at smittan kemur frá einum djóri. Djórið er enn ikki identifiserað, men coronavirus ferðast vanliga millum fleiri sløg av djórum, og viðhvørt verða menniskju smittað. Tað nevnist á einskum eitt spillover.
Smittan kann staðfestast gjøgnum eina roynd, ið kallast PCR.
Tað er enn eingin heiluvágur, ið kann basa virusinum, og tí verður bert tikið hond um sjúklingarnar.
Viðmælt verður at munnur og nøs verða vard við boygdum alboga, pappíri ella masku, tá hostað og nýst verður, og at halda frástøðu frá teimum, sum eru smittað.
Kelda: World Health Organization
Hvat siga tølini?
Nýggjastu tølini siga, at higartil eru 815 fólk deyð av coronavirus, og globalt eru fleiri enn 37.612 smittað, nú virusið heldur á við at spreiða seg uttan fyri Kina. 2990 eru vorðin frísk aftur, Ein persónur uttanfyri meginlandið í Kina – ein maður á Filipsoyggjunum – er deyður.
Tað eru nú fleiri deyð av coronavirus enn tað doyðu av SARS í 2003. Talið av deyðum av SARS kom upp á 774.
Coronavirusið er staðfest í fleiri enn 28 londum og økjum, síðani tað av fyrstani tíð var staðfest í Wuhan í desember 2019.
Næstan 60 milliónir menniskju eru í lockdown í kinesiskum býum, meðan altjóða granskarar arbeiða við at menna koppseting, ið kann steðga virusinum í at spreiða seg.Kelda: cnn.com











