Hvat bleiv av útjaðara- og økismenningarvisiónum samgongunnar?

Tað er sera ringt at fáa eygað á økisø og útjaðaramenningar politikkinum hjá samgonguni, hann er nærri at kalla ein miðvísur avoyðingarpolitikkur.

Hyggja vit at økismenningini, so kann ein spyrja seg, hvar hon bleiv av??
Tað blivu í seinasta valskeiði gjørd bæði økismenningarálit og útoyggjaálit, sum nærmast skuldu verða við til at "revulotinerað" hesi økið, so meira liviligt skuldi blíva, eins og virksemið á hesum økjum skuldi hava somu karmar sum meginøki(ni).
Fíggjarlógin og tær skerjingar á fiskivinnumenning landi og flutningsstuðlinum, gransking o. a eru dømir har ein fer 1 fet fram og 2 aftur og kann ein spyrja, hví tit ikki kannað konsekvensin fyri vinnuna og økini áðrenn tit skerja.
Vit hoyrdu í dag í útvarpinum hvussu t.d. ein avtøka av stuðlinum fyri eykatollin av framleiðslu úr russarafiski hjá Fiskavirking, sum faktisk er ein inntøkuskapandi fyri landið tá gjørt verður upp, beinleiðis kemur at oyðileggja eina framleiðslu har ein nichemarknaður er skaptur og sum hevur virkað væl, og givið pening av sær bæði til land og virkið. Skil tað hvør í kann, hvussu hesi sum skert hava roknað hatta úr?
Taka vit samferðsluøkið og ferðaseðlaprísirnar og farmakostnaðin sum nú er ætlan at hækkað við 15%, so er hetta eit stig sum allir útjaðaraløgtingslimir áttu at sett seg harliga upp imóti, tí tað kann ikki verða rætt suðringar nú skulu ca. 80 kr. fyri persón og ca. 140 kr. fyri persónbil einvegis um suðriarfjør.
Skal farmaflutningur eisini økjast við 15% har strandferðslan longu framman undan er eftirbátur so tað forslær við prísum og als ikki er kappingarfør, í mun til lastvogns- og trailaraflutning hjá privatum, so verður tað vinnan, sum verður taparin aftur her og má málið so endaliga verða at allur flutningur av t.d. fiski til útlandið slettis ikki longur fer um Havnina men beinleiðis úr suðri til meginlandið.
Tað er neyðugt, at tað politiskt verður sett hol á eina "nýggja leið" hvat viðvíkur gjøldum gjøgnum tunnlar og har firðir og sund skilja.
Vit mugu hava somu kor og kostnaðir, óansæð um tú kemur við ferju og bili úr Klaksvík ella úr Suðri til Havnar ella um tú kemur úr Svíni , Mykinesi ella Hesti til Havnar.
Tað er neyðugt at hesin trupulleiki verður tikin upp skjótast tilber.
Um vit t.d. taka ein fuglfirðing, sum koyrir við bussi til Havnar til arbeiðis aftur og fram so fær hesin faktisk beinleiðis stuðul frá tí almenna fyri at koma til og frá arbeiði, hetta tí at mánaðarkortið kostar ca. 600 kr. - meðan flutningsendurgjaldið fyri teinin pr. mánað verður uml. 800 krónur .
Hesin kann við ørðum orðum fáa ein ókeypis ferðaseðil til Danmarkar pr. ár - tí hann nýtir bussin.
So ójavnt er býtt.