Lars Anderssen
Hósdagin í síðstu viku betaldi mamma mín eina Televarpsrokning, sum vit høvdu afturúr frá februar mánaða. Eg tonkti, at nú mátti alt verið í lagi. 4 dagar seinni, 14. mars, ringdi Televarpið heim til okkum viðvíkjandi eina aðra rokning, sum vit ikki høvdu betalt. Tann rokningin var fyri hendan mánaðan, sum enn ikki er hálvrunnin! Ein rokning, sum ljóðaði uppá 518 kr. Eg tonkti, at alt var í ordan, vit høvdu jú goldið tí eina rokningina fyri februar. Nei, alt var ikki í ordan, ikki hjá teimum. Tí tey søgdu, at tað var ein kundi, sum ikki hevði goldið fyri núverandi mánaðanum, og tað mátti betalast beinanvegin, annars hevði tað verið verðins undirgangur. Tann kundin, sum ikki hevði goldið, var eg. Eg forkláraði hana í telefonini um, hví eg ikki hevði goldið enn. Eg fortaldi hana, kvinnuna í hinum endanum, at eg ætlaði at betala rokningina skjótast gjørligt, men hevði ikki ráð beint nú. Hon greiddi frá gjaldskipanina, har peningurin 1. í hvørjum mánaða verður automatiskt fluttur í bankasysteminum!. Guds doyð also, mars mánaðin er ikki ein gong hálvrunnin enn, og TV hóttir við at stongja mítt hald á einans 518 krónur!!!! Akkurat, sum tað ikki var nokk við eini hóttan, so bleiv hon við. Eg hugsaði, at hendan kvinnan ikki var í ordan. Hon bleiv við at tosa. Og kom inn á, at hon eisini kundi taka Canal Digital pakkan( Canal+) frá mær. Hóttanir, hóttanir, hóttanir. Eg legði á uttan at øsa meg um nakað. Nú, tá ið eg hugsi um hasa telefon-samrøðuna, síggi eg klárt, at hon alla tíðina behandlaði meg sum Idiot.
Eg tók síðani telefonina upp aftur og ringdi til mammu á arbeiðis plássinum og spurdi hana um hon kundi hjálpa mær við at gjalda. Mín neyðars mamma hevði heldur ikki ráð! Hon ringdi so til Televarpið, og spurdi um tey ikki kundu bíða til endan av mánaðanum, tá ið eg fái løn, tað kundu tey ikki. Tí tað stóð jú um lív og deyð hjá teimum, um ikki tey fingu hesar 518 krónurnar. Nú, nakrar tímar seinni, hava tey so strika meg úr, sum haldara!
Mærvitandi so hoyrir Televarpið undir Føroya Tele. Hvussu kunnu tey, sum, fyri lítlari tíð síðani, bygdu eitt stórt fínt slott har uppi í Hoyvík, standa við neyð, tá ið tað snýr seg um so fáar pengar?
Eg havi fingið ein súran, beiskan smakk í munnin, sum eg helst vil hava vekk beinanvegin!!
Televarpið behandlaði meg sum Idiot!. Men visti ikki, at eg havi evnir, til at skriva eitt lesarabræv!









