Hvat billar Óli Jacobsen sær inn?

Av orsøkum sum eg altíð kann venda aftur til, komu óteljandi áheitanir frá sjómonnum til mín um at stilla upp til formann í Fiskimannafelagnum fyri trimum árum síðani.

Havi siglt av og á síðan mín 15-ára føðingardag, og júst tá hevði eg siglt nøkur ár. Kenni eitt sindur til lógarsmíð og havi stórt sæð roynt allar driftir so eg helt meg vera kompetentan. Fiskimenn brúktu sín demokratiska rætt, høvdu álit á mær og skutu meg upp. Eg bað tó ikki um nakran stillara sjálvur. Valið gekk ikki eftir vild, men tað havi eg langt síðani lagt aftur um meg.
Havi eisini hildið meg kunna farið óskammaðan millum fólk og gjørt nyttu har eg havi verið. Men her er Óli ikki samdur við meg.
Í síni herferð móti sitandi formanni, sum eg havi mína hugsan um, men ikki skal gera viðmerkingar til, uttan eg verðið provokeraður til tað, skrivar Óli hetta brotið (Sosialurin13.okt) :
“Men sum ofta er, tá nakað gongur væl, er tað teir, sum bjóða seg til at kunna gera tað enn betri.
Hetta hendi eisini við formansvalinum fyri trimum árum síðani. So mikið var tó alment kent um hesar avbjóðarar, at tað avgjørt eingin grund var til at halda, at teir kundu gera nakað sum helst betri enn nakar sum helst annar fyri at siga tað diplomatiskt”.
Av tí at eg var annar avbjóðarin, fari eg beinleiðis at spyrja Óla Jacobsen: Hvat var alment kent um mín persón, sum fær teg at skriva sum tú gert? Tey, ið eru rundan um meg, og eg sjálvur meta skuldsetingina rættiliga álvarsama, og krevji eg tí svar sum skjótast. Og onki uttanumtos.
Og til Jan Muller: Er tað so, at Óli Jacobsen ikki kann stýra sær sjálvum, so hevur tú sum ábyrgdarblaðstjóri skyldu til at gera tað ella taka fylgjurnar.