Aftan á at hansara egni landsstyrismaður gjørdi bart og stakk út í kortið, at Føroyar skuldu hava eina kvotu av makreli upp á 150.000 tons, hendið tað, sum væntað var, at samstarvslondini innan pelagisku vinnuna boykottaðu øll tey føroysku uppsjóvarskipini, soleiðis at ikki eitt kilo av makreli kundi seljast til Noreg ella ES.
Ein og hvør við vanligum viti og skili, tó ikki oraklið í Klaksvík, kundi longu tá gera sær greitt, at tað fór at fáa álvarsligar avleiðingar fyri tað føroyska samfelagið. Tí við bert einum uppsjóvarvirki í landinum og stuttari veiðitíð hevði meginpartin av veiðuni ikki farið til matna, men til guano á Havsbrún.
Ilt eyga kann sjáldan nakað gott sjá, og í hesum føri er tað heilt einastandandi, at Jákup Mikkelsen í síni fávitsku og við so lítlum politiskum tevi ikki kann síggja nakað sum helst positivt í tí, sum fram er farið viðvíkjandi makrelinum.
Hvat hevði Jákup Mikkelsen og Fólkaflokkurin gjørt, um teir sótu við ábyrgdini av at fáa 150.000 tons av makreli til høldar og til matna eftir nøkrum fáum vikum, samstundis sum Fólkaflokkurin við avgerð síni hevði útihýst okkara pelagiska flota at avreiða uttanlands? Eg spyrji bara.
Fleiri ferðir royndi sami flokkur at provokera seg út úr samgonguni. Millum annað við stuntinum hjá formanninum, tá hann vildi spara ein landsstyrismann uttan yvirhøvur at ráðføra seg við samstarvsflokkarnar áðrenn stuntið. Og tá teir eisini næstu ferð, tá tað eydnaðist teimum at sleppa úr samgonguni, skutu seg væl og virðiliga í fótin - tað bera øll illsinnisglepsini frá Jákupi Mikkelsen og Jørgini Niclasen síni tyðuligu boð um, nú teir sita á síðulinjini uttan nakra sum helst ávirkan.
Tað er einki løgið í tí, at tað bleiv eitt sindur rokaligt, tí nú skuldi brótast upp úr nýggjum fyri at finna ein meira liberalan leist, har finnast skuldi útav, hvat veruliga virðið á makrelinum er, tá marknaðarkreftirnar sleppa at royna seg í fríari kapping.
Men tað má sigast at vera lagnunar speisemi, at tann føroyski Fólkaflokkurin, sum hevur sagt seg verða garant fyri tað fría initiativið, nú situr uttanfyri og oysir gor og gall yvir teir flokkar, sum tóku seg saman og megnaðu tað upp á nakrar vikur, sum Fólkaflokkurin ikki hevur megnað, síðani hann var stovnaður, nevnliga at føra ein fiskivinnupolitikk, har tað fría initiativið varð sett í hásætið.
At Jákup Mikkelsen sær tað sum eina vanlukku, at føroyska samfelagið kemur at fáa eina til hálva aðru milliard krónur í útflutningsvirði fyri makrelin, ja tað skilji eg í øllum førum ikki.
Kann ugga Fólkaflokkin við, at næsta ár, tá vónandi bæði uppsjóvarvirkini í Vági og Fuglafirði eru til reiðar at taka ímóti, verður kanska óneyðugt at hava skip uttanífrá at taka ímóti.