Mannbjørn Tausen, Vági
??????
Ein skal ansa sær at kasta við gróti, tá ein býr í glashúsi, men ikki hevði eg vænta, at afturkøstini vóru bumbur og onkrar av teimum fullar av lorti.
Hevði roknað við at ein so vitugur og lærdur maður sum tú, Tom, hevði skilt mína viðmerking.
Grát endiliga um leiklutin hjá teimum ráðani og fólkavaldu. Men gleð teg til tann dag, tá teir hava fingið tilsøgn frá kommunun-um í oynni, at tær eru sinnaðar at gjalda sín part av kostnaðinum. Tom, hevur tú spurt arbeiðsgevara tín, um Tvøroyar kommuna vil gjalda sín part ? uml. kr. 6.4 milliónir til eitt Ellisheim í Vági? Hvat við hinum kommununum ? Sumbiar uml. kr. 1.4 mill.? Meginbókasavnið í Miðnámsskúlanum varð vrak-að, hvussu skulu so útlitini verða? Men er hetta ikki ein treyt fyri at fáa ynskini hjá Johan og Hendrikki uppfylt ? Kanska eri eg ov tortrúgvin. Kanska fer Løgtingið at broyta lógina um býtið millum land og kommunu. Kanska fer ein serlóg at galda á økinum ? bygging av Ellisheimi í Vági: landið 100% og kommununnar partur 0 %. Kanska verður møguleiki at gleðast longu um stutta tíð, tá onnur av hesum fyritreytum eru uppfyltar.. kanska.
Forrestin, vinmaðurin, sum verkfrøðingur eigur tú nokk at vita tað: Byggir tú land?