Hvat bagir fiskivinnuni, og er tað nakað grøðandi, sárini hennara?

Thormund Johannesen, Skipsførari og Skipsverkfrøðingur M.Sc.
------

Fyri stuttum er gjørd “Umsitingarætlan fyri toska-, hýsu- og upsastovnarnar í føroyskum sjóøki”, at nýta sum grundarlag fyri framhaldandi fiskivinnupolitikki.
Læs uppritið, og má ásanna, at setningurin, um, gjøgnum eina tillagingarskipan, at náa eini langtíðarveiðureglu, sum skal tryggja eina lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygga fiskivinnu, er bæði skilagóður og alneyðugur.
Setningurin nevnir fyrst lívfrøðiliga og síðani búskaparliga, men tað búskaparliga kundi eins væl verið strikað, tí uppritið, frá enda í annan, viðgerð einans hvussu vit náa tí lívfrøðiligu burðardygdini. Tað búskaparliga verður ikki tikið uppá tungu.
Um tann lívfrøðiliga burðardygdin er endamálið í sjálvum sær, var skilabest heilt at halda uppat at fiska, tí náttúran skipar seg óivað best sjálv, uttan okkara uppíblanding.

Vit vita tó øll, hóast rithøvundarnir til uppritið sýnast at hava gloymt tað, at tað er av búskaparligum ávum, at vit fiska, og tí skal tað búskaparliga koma í fyrstu røð, og síðani tað lívfrøðiliga, sum ein neyðturvilig treyt fyri framhaldandi, at kunna fiska búskaparliga burðardygt.

Onkur vil meina, at um vit fiska lívfrøðiliga burðardygt, fáa vit størst møguliga mongd upp úr sjónum, og harvið røkka vit tí búskaparliga málinum.
Hettar er ein stór misskiljing, tí málið er ikki størst møgulig mongd, sum í eini fiskikapping. Málið harafturímóti er, at vit fiska tað loyvdu mongdina so bíliga sum til ber, fyri at fáa størst møguligt búskaparligt avkast.
Og her er tað, at okkara fiskidagaskipan hevur spælt so logandi fallitt. Allar tær mongu reguleringar og avmarkingar, fyri í fyrsta umfari at náa tí lívfrøðiligu burðardygdini, mótvirka tí búskaparliga, og darva og pína vinnuna, so hon hevur ligið mest sum í andaleypi øll árini, fiskidagaskipanin hevur verið í gildi.

Vit eiga at venda byttuni á høvdið, og seta tað búskaparliga fyrst, og síðani taka atlit at tí lívfrøðiliga, fyri at langtíðartryggja tað búskaparliga, men altíð á ein slíkan hátt, at tað skaðar ikki tað búskaparliga.

Útgangsstøði skal tí vera, at allar avmarkingar, so sum í dagatali, stongdum leiðum, skipastøddum, motorstøddum, skipabólkum, reiðskapi og so framvegis, skulu avtakast. Loyvt skal verða at fiska altíð, allastaðni, við øllum skipum og við øllum reiðskapi, óavmarkað.
Tó skulu fýra treytir uppfyllast:
Tað skal ikki fiskast meira enn ásett mongd úr hvørjum stovni sær
Ungfiskur skal ikki fiskast
Gýtingarfiskur skal ikki fiskast
Útblaking er ikki loyvd
Tryggjast skal, at ásettu treytir verða fylgdar, men tað skal gerast við eftirliti og revsing fyri brot, og ikki við tekniskum reguleringum, tí vinnan skal hava fullkomiliga fríar teymar, bara hon heldur ásettu treytir, tí bert á tann hátt maksimera vit búskaparliga avkastið.

Utopi, heldur onkur. Kanska, men hettar eigur í hvussu so er at vera útgangsstøði, tí, við at tryggja vinnuni so fríar teymar og so víðar ræsur sum til ber, geva vit henni bestu fortreytir fyri størst møguligum búskaparligum avkasti. Treyðugt so, onkur avmarking má gerast, til tess at taka serlig atlit, men lat tað vera undantakið, heldur enn regluna.

Ein treyt, fyri at kunna gera hettar, er, at vit sleppa fiskidagaskipanini, og fara yvir til eina kvotaskipan.
Tað munagóða eftirlit, ið krevst, meti eg, kostar ein evarska lítlan brotpart av tí, fiskidagaskipanin hevur kostað okkum í mistum inntøkum.

Á henda hátt gagnnýta vit fiskastovnarnar frægast, og fiskivinnan fær bæði búskaparligar og tekniskar fortreytir fyri endurnýggjan.