Hvast orðaskifti um manning á Norrønu

Tónin er hvassur, nú fakfeløg og arbeiðsgevarar eru farin at skifta orð um íslendsku manningina á Norrønu. Fyrst tók almenna fakfelagssamstarvið frástøðu frá tí, sum tey nevndu ætlanunum hjá Smyril Line at broyta sáttmálaviðurskiftini hjá íslendsku starvsfólkunum á Norrønu. - Fakfelagssamstarvið góðtekur ikki, at løntakarar eru fyri mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Men síðani hevur Reiðarafelagið fyri Farmaskip, RFF, svarað aftur og á, at tað hevur sáttmála við Sjómannafelag Íslands, og at Smyril Line fylgir hesum sáttmála.

- Tað er óheppið, at føroysku fakfeløgini alment leggja upp til, at Smyril Line brýtir teir sáttmálar, ið Smyril Line arbeiðir undir sum limur í RFF.

Felagið ger eisini greitt, at er talan um nakra ósemj, er tað ein ósemja ímillum RFF og Føroya Fiskimannafelag.

og eini slíkari ósemju eigur Smyril Line, sum reiðarí, ikki at gerast partur.

- Ósemjur ímillum arbeiðsgevarafelag og løntakarafelag eiga at vera greiddar í einari fakrættarligari skipan, og tað er ódámligt at fakfeløg, sum ikki eru partar í ósemjuni, taka stig móti einum limi í RFF, uttan at tað er heilt greitt, akkurát hvar ósemjan er, og um nøkur møgulig loysn er á málinum, sigur RFF.