Hann boðar frá heldur ilsligum veðri næstu dagarnar.
Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlahúsinum sigur, at í dag verður hvassur vindur upp í skrið og útsynningi og ælingur. Hitin verður millum 7 og 10 stig.
Í morgin verður sama veðrið, hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin verður millum 4 og 7 stig.
Hósdagi boðar hann frá stormi av útsynningi, um kvøldið minkar hann vindin nakað. Ælingur og hitin millum 5 og 8 stig.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen.