Veðurgudarnir eru ikki blíðir í hesum døgum.
Veðurmaðurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, boðar frá stormi í morgin. Heilt upp í hvassan storm.
Strandferðslan hevur longu boðað frá, at Sam ikki siglir farmatúr til Nólsoyar í morgin vegna veður, og spurningurin er so, um aðrar avlýsingar verða seinni.
Til ber at hoyra veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen við at trýsta á leinkjuna.