Hvassur stormur í hvirlunum

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi grynnist spakuliga, samstundis sum tað flytir seg í ein landsynning. Tilhoyrandi brúgvaløg halda seg væntandi vestan fyri Føroyar, har tey spakuliga vikna. Komandi dagarnar streymar køld luft við vátaslettingi og seinni kavaælum inn yvir Føroyar av eystri, seinni landnyringi og norðri.

 

Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi og eystri, 13 til 18 m/s, í støðum upp í hvassan storm, 25 m/s, í hvirlunum. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig, um náttina úr frostmarkinum upp í 3 hitastig.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, sum snarar í ein landnyrðing, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein norðan og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum spakuliga øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvasan vind, 10 til 15 m/s. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað og eitt bil kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.