Tónalagið millum andstøðu og samgongu gerst alsamt hvassari. Hetta sæst eitt nú av grein hjá Høgna Hoydal í dagsins blað. Formaðurin vil vera við, at samgonguflokkarnir látast vera ósamdir, men hetta er, skrivar hann, bert eitt spæl fyri gallarínum. Samgongan er nevniliga samd um at verða sitandi og ongan politikk at føra. Høgni sigur samgonguna vera samda um at niðurlaga vælferðina, seta lóg og rætt til viks, máa alt álit burtur á okkum sjálv og skapa andstygd fyri politikki.
Hetta eru hørð orð, sum verða undirbygd við meira ella minni ítøkiligum dømum um, hvussu ógagnligur rikni politikkurin er fyri Føroyar í nútíð og í framtíð. Samgongan hevur oyðilagt búskapin, sett lógir og reglur til viks og skapt risahall á løgtingsfíggjarlógunum. Mint verður á meirnýtslur og dýrkandi avgerðir og verður víst til skúladepilin í Suðuroy, har fullveldissamgongan samtykti at brúka 36 mió., tá hann byrjaði í Vági. Verkætlanin hevur fyribils kostað 95 mió., eftir at skúlin er fluttur til Hovs. Afturat hesum koma so atfinningar um lógarsjusk við tað, at lógaruppskot verða ikki løgfrøðiliga eftirkannað og framløgufreistir ikki hildnar.
Síggja vit burtur frá seinastu atfinningini, sum kann vendast ímóti øllum samgongum, má helst ásannast, at nakað er um atfinningarnar. Hetta er serliga galdandi fyri tað sagt verður um fiskivinnupolitikkin hjá ABC 2 samgonguni. Í greinini vil Høgni verða við, at (cit) vantandi fiskivinnupolitikkurin hevur kostað okkum minkandi avreiðingarvirði frá 2002 til 08 uppá 600 míó. kr. - og talan er um milliardir í útflutningsvirði, sum eru mist hesi ár.
Hetta er ein hvøss atfinning, og hvøss skal hon væl vera, tí fiskivinnupolitikkur hevur altið verið hjartamál Tjóðveldis. Leggja vit upp fyri hesum veruleika, slepst illa uttanum at geva formanninum rætt. Vit hugsa í hesum høpi ikki so nógv um tapstølini fyri avreiðingarvirði – tey hava vit sum so ikki havt høvi at eftirkanna, men vit hugsa um tann ótespiliga veruleikan, at ABC2 enn ongan burðardyggan og ábyrgdarfullan fiskivinnupolitikk hevur megnað at semjast um enn minni at leggja fram. Hetta er eymasta og veikasta punktið hjá sitandi samgongu. Herfyri kom ein av tinglimum Javnaðarfloksins fram við nøkrum spakmæltum atfinningum til Fólkafloksins fiskivinnupolitikk ella trot á sama. Hetta fall í so vánaliga jørð, at fyrrverandi formaður Folkafloksins úr útlegdini kendi seg kallaðan at koma sínum gamla og illa kroysta flokki til hjálpar. Lagt kundi verið afturat, at hetta nevnda dømið ber boð um, at tað framvegis prutlar undir lokinum, og at tað ivaleyst er ein ikki heilt lítil misnøgd millum tilvitandi samgongupolitikkarar um rikna fiskivinnupolitikkin. Samgongan er tí valla so samd, sum Høgni heldur.
Hóast nógv kegl um skatt, infrakervi, skúlapolitikk, mentanarpolitikk og vælferð, so gerst tað alt meira greitt, at fiskivinnupolitikkurin er akillesarhælur samgongunar. Her mugu skjótt latast aðrir bollar í soðið, um burðardyggari fiskivinnu skal verða lív lagað og ikki minst um ávísir samgonguflokkar skulu hóra undan næsta vali.
-------------------------------------
Sosialurin










