So eydnaðist tað einum báti, sum ikki hevur vunnið fyrr í ár, at vinna. Tað var í kappingini millum 5-mannafør við gentum, at Hvassi úr Sundalagnum vann. Í tveimum teimum fyrstu kappingunum var tað Erla Kongsdóttir, sum vann.
Í endaspurtinum var tað sera tætt og spennandi. Erla Kongsdóttir setti á í orduligum endaspurti, men tað eydnaðist akkurát ikki at tak Hvassa, sum tryggjaði sær fyrsta sigurin í ár. Harvið er tað vorðið meiri spennandi í FM kappingini.
5-mannafør gentur
5 mannafør gentur
1 Hvassi 05:25.14
2 Erla Kongsdóttir 05:25.17
3 Blikur 05:27.02
4 Tjaldrið 05:28.15
5 Sílið 05:32.11
6 Fípan Fagra 05:33.10
7 Royndin Fríða 05:36.15
8 Ørnin 05:40.23
Støðan
1 Jallurin 21
2 Hulda 17
3 Royndin Fríða 14
4 Teistin 14
5 Jomfrúgvin 9
6 Pílur 6
7 Tambar 2
8 Svanur 1