Á Norðoyastevnu lat Hvassi ongan iva vera um, hvør var sterkasti báturin hjá 5-mannaførum við gentum. Tær vundu nevniliga burtur úr restini av bátunum, og byrjanin á Sundalagsstevnuni tóktist vera eins góð.
Genturnar úr Sundalagnum løgdu seg á odda beinanvegin, og eina løtu sá út til, at tær fóru at vinna í næstan líka stórum stíli sum á Norðoyastevnu. Men brádliga fór Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri at ganga sera væl. Hann tók inn á Hvassa í hvørjum taki, og eina løtu var líkt til, at hann kundi fara at hótta leiðsluna hjá Hvassa.
Seinastu 50 metrarnar megnaði Hvassi tó at halda fast og kanska eisini at økja eitt sindur um munin aftur, og tá bátarnir koma á mál, var ein knøpp bátslongd á muni.
Við sigrinum á heimasjógvi hevur Hvassi enn fult stigatal í kappingini hjá 5-mannaførum við gentum, meðan Tambar er á øðrum plássi eftir tvey silvurheiðursmerki í teimum fyrstu róðrunum.