Hvassi vísti tenn

Síðstu stevnu gekst ikki heilt eftir vild hjá gentunum umborð á Hvassa, men á Varmakeldu var eingin slingur í valisnum, tí tær endaðu eina góða hálva bátslongd framman fyri Tambar á øðrum plássi

Genturnar umborð á Hvassa vunnu fyrstu tveir róðrarnar í kappingarárinum rættiliga trygt, men á Jóansøku kiksaði hjá teimum. Tá megnaði Drekin at seta seg á fremsta plássi, men hetta vildu genturnar úr Sundalagnum ikki hava sitandi á sær.

Á Varmakeldu í Fuglafirði leygardagin gekk tó aftur betri hjá gentunum úr Sundalagnum. Tær fingu eina góða byrjan uppá róðurin, og tær høvdu eisini leiðsluna at kalla allan vegin inn eftir fjørðinum.

Á málinum vóru tær góða hálva bátslongd framman fyri Tambar, so nú er triði sigurin hjá Hvassa komin í hús í ár, og við sigrinum eru tær sjey stig framman fyri Tambar og Drekan, sum hava eina harða kapping um annað plássið í FM-kappingini.