Kappróður
Frúgvin úr Miðvági er FM vinnari í kappingini millum gentur. Tað varð staðfest í fyrsta FM róðrinum á Ólavsøku. Frúgvin endaði á øðrum plássi, og harvið tvey pláss frammanfyri Blik av Argjum, sum tær úr Miðvági kappaðust um FM heitið við.
Hvørki Frúgvin ella Blikur fingu besta startin. FM kandidatarnir lógu leingi mitt í feltinum. Blikur var góða løtu fremri í FM kappingini, men framvið Molanum gjørdi Frúgvin bart. Tær tóku Drekan, Havfrúnna og Blik og endaðu á øðrum plássi og harvið tryggjaðu tær sær FM heitið.
Sosialurin ynskir gentunum á Frúnni hjartaliga tillukku við FM heitinum.
- Tað týdningarmesta var at vinna FM heitið. Hjá okkum kiksaði tað eitt sindur í startinum í dag, men vit tóku tað aftur í endaspurtinum, sum vit mistu í startinum, søgdu tær umborð á Frúnni.
Besta startin fekk Hvassi. Vinnararnir á Vestanstevnu slerdu tónan ann, og Hvassi var heilt væl fyri. Hvassi var fremstur allan vegin. Eina løtu fram við Molanum vóru tær tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Firvald, sum stóð seg betri enn nakrantíð fyrr í ár, Drekan og Havfrúnna, sum leingi vóru væl við.
Í endaspurtinum megnaði Hvassi at halda tørn, hóast Frúgvin hevði framúr endaspurt, og flutti seg frá fjórða ella fimta plássinum og fram til hálva bátslongd aftanfyri Hvassa.
- Vit góvu alt, og vit vildu vinna. Fyri okkum var tað týdningarmikið at vinna bronsumerkini. Vit høvdu ætlað okkum at vera við í FM kappingini. Men vit mistu møguleikan so at siga beinanvegin, tí vit hingu fastar í startinum á Norðoyastevnu. Men nú hava vit vunnið gull á Ólavsøku, og tað er fantastiskt, sungu tær umborð á Hvassa, tá ið ólavsøkusigurin og harvið bronsumerkini í FM kappingini vóru fingin innanborða.
Gentukappingin hevur alt árið verið eyðkend av, at tað hevur verið sera tætt millum nógvar teir fremstu manningarnar. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Frá Hvassa og aftur til Ørnina á sjeynda plássi vóru bara fimm sekund ella minni enn tvær bátslongdir.
5-mannafør gentur úrslit á Ólavsøku
NummarBáturTíð
1Hvassi4:57.04
2Frúgvin4:58.22
3Firvaldur4:59.22
4Blikur4:59.23
5Drekin5:00.10
6Havfrúgvin5:01.14
7Ørnin5:02.21
8Sílið5:12.17
9Dúgvan5:18.02