Hvassi gjørdi bart

Genturnar í Sunda Róðrarfelag hildu tørn, eftir at tær høvdu fingið ógvuliga góðan start

Tær skiftast um at vinna í róðrinum millum gentubátar. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vann á norðoyastevnu, Hvassi hjá Sunda Róðrarfelag vann í heimasjógvi á sundalagsstevnu, Drekin vann á jóansøku í Vági fyri einari viku síðani, og leygardagin var tað aftur Hvassi, sum var fyrstur á mál.

Hvassi leyp avstað og vann seg beinanvegin eina hálva bátslongd og kanska meiri enn tað framum næstu kappingarneytarnar, og fremsta plássið var ongantíð rættuliga hótt.

Junkarin og kanska onkur bátur afturat fekk betri start enn Drekin, men tá ið málið var hálvrógvið, vóru tað tær á Drekanum, sum átti størstu megina millum teirra, sum ætlaðu at bjóða Hvassa av. Drekin tók seg eitt sindur inn á Hvassa, men tað var kortini eingin ivi um, at tað var Hvassi, sum fór fyrstur um málið.

Harvið hava Hvassi og Drekin vunnið hvør sínar tvær ferðir, og tí er kappingin um FM púra opin. Hvassi og Drekin hava sama stigatal.