Hvassari orðalag í tí seinna sjónvarpsdystinum

Serfrøðingar eru ósamdir um, hvør vann tann seinna sjónvarpsdystin millum Anders Fogh Rasmussen og Helle Thorning Schmidt Í gjárkvøldið var tann seinni sjónvarpsdysturin millum tey bæði forsætisráðharraevnini, Anders Fogh Rasmussen og Helle Thorning Sccmidt, og tann stóri spurningurin í dagsins fjølmiðlum er, hvør vann.

Politiski viðmerkjarin hjá Politiken, Ralf Pittelkow, sigur, at í hansara eygum er eingin ivi um, at forsætisráðharrin vann dystin í gjárkvøldið.

Michael Kristiansen, sum fyrr hevur verið spunamaður hjá forsætisráðharranum, heldur harafturímóti, at Helle Thorning Schmidt vann í gjárkvøldið.

Politisku viðmerkjararnir eru á einum máli um, at orðalagið var munandi hvassari í gjárkvøldið enn í tí fyrra sjónvarpsdystinum, sum var í síðstu viku.