Hvar veitst tú mestar fíggjarvánir?

Tað almenna hevur tað trongligt í hesum dögum. Annaðvørt tað er av egnum ávum ella av orsökum, eingin deyðiligur valdar yvir, er ilt at vita, men vandi berst av hesum fyri mangan føroying, so mikið er vist, bæði fyri haltan og blindan, fyri deyvan sum gamlan, fyri sjúkan, førleikaskerdan, málveikan, arman, dygdarleysan, syrgnan og guð má vita hvønn.

Tað er tí eftir vónum, at hvør spyr annan í landsins leiðslu sum jarlurin í kvæðnum: Hvar veitst tú nú mestar fíggjarvánir?

Ein politiskur fagnarbóndi, sum fram um aðrar hevur lagt sær nær at halda reinan köst í sambandsflokkinum, gremur seg í fjölmiðlunum um, at hundrað og tíggju milliónir eru farnar fyri einki, pengar, sum saktans kundu loyst fíggjarvandan hjá tí almenna og alt av tí bara, at ein annar bóndi í sambandsflokkinum er ein sovorðin töðnös og ikki vil fløva um blokkin so mikið, at sjálvstýrisfrostið slær úr honum.

Men gremjingar fáa ongan blota í nakað, síðst av öllum tað, sum fryst er. Her mugu onnur ráð finnast og betri.

Ongantíð ov skjótt.

Nú er tað so, at føroysk mentan og føroyskt sinnalag standa á gamlari rót og tað elsta av hesi rót, víkingurin, man valla vera kólnaður úr fólkasálini heilt. Spurningurin er tí, um føroyingurin ikki átti at tikið upp fornan sið og farið í víking aftur. Ikki upp á íslendskan vís kortini, ikki til at vasast í útrásarhami um lond í dýrum klædningum frá Armani, við stress-mappu og fimari tungu í heysi, men sum forfedrarnir við vápnum og grimdarhuga.

Og tað er ikki av ongum, at eg komi við hesum.

Í vikuni varð í tíðindinum sagt frá einum ráni í Svöríki. Menn, av Balkan-hálvoynni sigst, rændu við einskila snild og tyrlu eina pengagoymslu í Stokkhólmi og fingu eina ørandi nögd av pengaseðlum avstað við sær summi siga fimm og fjöriti, onnur hundrað milliónir krónur.

Sum maðurin segði: tað er fongur í áræði.

Men skal føroyingurin vera aftari enn onkur dadlukroystari av Balkan? Er hann ósnildari í hugsan, lakari í brögdum! Valla. Hann kann sum einki gera hasum kamelkleyvunum leikin eftir. Og ikki er hann verri útgjørdur til tað heldur. Tvørturímóti. Føroyingurin eigur bróðurpartin av einum flogfelag og flogfelagið eigur minst tríggjar tyrlur. Føroyingurin krevur tí ikki sum muhamedskleprurnar av Balkan at stjala sær tyrlu fyrst og tað eina tyrlu, sumi ikki lastaði meiri enn hundrað kilo, tá ið avtornaði.

Helst sigur onkur hetta vera óðamannaverk, onkur ivandi sál, onkur aftursetingur. Tyrlurnar hjá Atlantsflog hava so lítið flogtol, tað slepst ikki longur enn til Hetlands við teimum, í besta lagi á eysturlandið í Íslandi og hvørgastaðni eru serligar fongvánir. Hetland liggur mest at siga manntómt og íslendingar eiga ikki fyri afturpartin á sær sjálvum í hesum tíðum.

Men skamm fái teg, tú fátrúni!

Minst til ríkisfelagsskapin.

Treyðugt so fara danir, statsministarin hjá teimum hálvur føroyingur at kalla, at útvega skip og tað bæði við kanón og tyrlupalli, hvat tá, so mikið virða teir sambandið í Keypmannahavn. Og við donskum skipi og kanón og tyrlupalli er lagamanni at fara í víking, hvar sum er, og ikki langt at leita, summir grannar ríkir, tak eitt nú norðmenn, teir hava eina sovorðna yvirflóð av pengum, tað líkist svarta ongum.

Nú kann henda, at onkur kristilig sál fær ilt í samvitskuna. Sjeynda boð er sjeynda boð (og eini tvey onnur við). Og honum er helviti víst, ið guðsboð brýtur. Men álvaratos, hugsa teg um, tú kristiliga sál. Legði loysnarin tær ikki eina við at hava umhuga fyri teimum veiku. Og hvat segði hann um nálareygað og tann ríka, ha? Heldur tú, at himmalsins portur stendur tær opnari, fyri tað um tú letur tollarar danaveldis taka pengar til tín frá flatlendskum hampafólki, tað er harðari fyrispent í kreppuni enn tú sjálv, skalt tú vita, skattpínt og við deyðans grindir fíggjarliga. Nei, tá man himmalinum toknast betur, at hann missir, ið ivaleyst eigur.

Sum fagnarbóndin í sambandsflokkinum segði í útvarpinum í morgun: Alt fyri Føroya fólk.

Eg fari tí staðiliga at heita á landsins hægstu menn, fíggjarmálaráðharran og lögmann, at leggja iva, samvitskubit og spott-ræðslu til viks (kanska í somu skuffu sum ólavsökupakkan) og manna eitt valalið av føroyskum víkingum alt fyri eitt. Drála tit, vælsignaðu menn, kemur hóttafall á samfelagið, vælferðina og valdið.

Tað umberst ikki.

 

Spyrst so livst