? Tað fyrsta sum eg seti í samband við deyðan hjá Elvis Presley, er, at vit vóru heima hjá mostur mínari. Eg plagdi at syngja nógv saman við einum av mínum systkinabørnum. Hann átti nógv ymiskt av Elvis, harímillum eina plátu hjá honum.
Vit vóru á gosi um hetta. Hóast hann ikki var mítt idol, so var hann ein stór stjørna, og sjálvandi var tað skakandi at frætta, at hann var deyður.
Nógv varð eisini kjakast aftur og fram, um deyðsorsøkina. Eg haldi, at man royndi at skava út yvir, at hann doyði av einari yvirdosis. Tí í veruleikanum var tað torført at ímynda sær, at ein so stór stjørna, sum hann var, kundi vera so destruktivur. Hann var jú ein so vakur maður, so hóast tað sást á honum tey seinastu árini, at okkurt var galið, var tað torført at hoyra, at hann var deyður av stoffum.
Eg minnist Elvis serliga fyri hansara fantastisku rødd, karisma og útstráling. Og hóast nógv onnur vóru komin afturat í tónleikaheiminum tá, so kom man ikki uttan um ta stóru stjørnina, sum Elvis Presley var.