Hvar vart tú tá bankakreppan tók seg upp í 1992?

Sjúrður Skaale:

? Eg las samfelagsfrøði á universitetinum í Keypmannahavn tá, og hendingin hevði ótrúliga stóran týdning fyri tað, sum eg las. Bæði tá tað kemur til lærugreinarnar, sum valdi aftaná og serritgerðina.
Av tí at man var niðri tá, so kendi man ikki kreppuna so væl upp á egnan kropp, men tað bar væl til at fylgja við í gongdini í Føroyum. Serliga Jyllands-Posturin skrivaði nógv um kreppuna. Og sjálvandi fingu vit eisini føroysku bløðini sendandi. Sendingarnar hjá Trónda Djurhuus og seinni Høgna Hoydal sóu vit eisini.
Hóast eg var undir útbúgving, so var eg nokk so nógv heima ta tíðina. og í 1992 spældi eg við í Kreppukabarettini. Hon eydnaðist sera væl, tað var útselt til nærum hvørja sýning, og vit spældu um alt landið.
Tað var eitt týðuligt tekin um, at fólk veruliga høvdu brúk fyri at sleppa at flenna, tí alt var so deprimerandi ta tíðina.
Bankamálið hevur sett síni djúpu spor í alt samfelagsligt lív í Føroyum líka síðani 1992, og serliga tað politiska kjakið hevur verið litað av tí síðani.