Hvar var Uni

Uni Arge var ikki við, tá HB vitjaði á Mølini á Eiði sunnudagin

 

Fótbóltur


Undan vikuskiftinum hevur ljóðað, at Uni Arge ikki longur fór at verða tøkur á HB liðnum vegna innanhýsis ósemjur. Okkum eydnaðist ikki at fáa hetta staðfest undan vikuskiftinum, men tað er tó ein sannroynd, at Uni ikki taldist millum nøvini á dómaraseðlinum, tá HB sunnudagin vitjaði á Eiði.

Torført er at fáa at vita nágreiniliga, hvat er farið fram. Tað er tó einki dulsmál, at tað var stór misnøgd í HB eftir málleysa javnleikin móti B71. Aldurnar gingu høgt í felagnum, og vit kunnu nú staðfesta, at eftir hetta var besti málskjútti í søgu felagsins ikki á liðnum. Sunnukvøldið hevði høvuðspersónurin sjálvur ikki hug at gera nakrar serligar viðmerkingar til málið.

- Onkur ósmja hevur verið, og vit eru í ferð við at finna útav, hvussu hendan kann loysast, er einasta viðmerkingin, sum Uni Arge hevur.

Samstundis sum tíðindini ferðaðust um ósemjuna í HB ljóðaði esini, at Uni skuldi vera á veg úr felagnum, men í løtuni tykist sostatt ikki nakað ítøkjuligt at vera í hesum tíðindum.