Lisbeth L. Petersen:
????????????????????
? Eg minnist ikki akkurát, hvar eg var, tá múrurin fall, men eg minnist sera væl hasa tíðina. Tað, sum eg minnist best, eru myndirnar av øllum fólkunum, sum klatraðu upp um múrin beint eftir, at hann fall.
Fallið av múrinum hevði so eisini tað við sær, at maðurin og eg fóru ein túr til Berlin tvey ár seinni. Har høgdu vit petti av múrinum, sum vit so tóku heimaftur við sum minni.
Eg fylgdi væl við í fjølmiðlunum í eftirtíðini. Uttanríkispolitikkur hevur altíð havt mín stóra áhuga. Eri jú uppvaksin í einum politiskum umhvørvi, so tað er ikki av ongum, at áhugin er íbirtur. Eg var stødd niðri, tá ungarska kreppan var miðskeiðis í fimtiárunum. Tað gjørdi eisini eitt sera stórt inntrykk á meg ? eins og fallið av Berlinmúrinum. Men Berlinmúrurin var jú ein gleðishending, tað var russiska innrásin í Ungarn ikki. Tað var eitt rættiligt blóðbað.
Ársdagurin fyri fallinum er ikki nakað, sum eg framvegis gangi og hugsi nógv um. Men tað er ongin ivi um, at sjálvt fallið av múrinum var ein stór uppliving.