Hvar var so hasin farrin av sakligheit?

Javnaðarflokkurin helt tíðindafund seinasta fríggjamorgun, har vit løgdu fram tær framskrivingar fyri búskaparligu avleiðingarnar av loysingini, sum flokkurin hevur fingið gjørt saman við fólki við servitan um búskap.

 

Jóannes Eidesgaard

??????????????????



Javnaðarflokkurin helt tíðindafund seinasta fríggjamorgun, har vit løgdu fram tær framskrivingar fyri búskaparligu avleiðingarnar av loysingini, sum flokkurin hevur fingið gjørt saman við fólki við servitan um búskap. Vit hava í longri tíð arbeitt við hesum spurningi, tí vit kenna tað sum okkara skyldu at greiða fólki frá, hvussu vit meta fylgjurnar verða av loysingarætlanini hjá landsstýrinum. Og hesa skyldu kenna vit dupulta, tí landsstýrið, sum annars eigur próvskylduna, ger alt fyri at dyla, hvørjar avleiðingarnar verða av loysingini, men fyrigykla í staðin fyri fólki, at eftir loysingina verður als einki mark fyri, hvussu alt fer at blóma, eisini tann búskaparligi parturin.

Høgni Hoydal hevur við hvørt høvið, sum býðst, eftirlýst bert einum farra av sakligheit, tá aðrir enn fullveldismenn hava dittað sær at tikið til orðanna. Men seinasta fríggjakvøld hevði hann møguleikan at vísa okkum, hvat tað er, hann meinar, tá hann tosar um sakligheit. Men vit sóu ikki so mikið sum eitt brá av sakligheit, tvørturímóti.

Var tað so tí, at Høgni Hoydal ikki dugur at vera sakligur? Nei, so avgjørt ikki, tí tað dugur hann, tá hann vil, tað skal hann eiga. Men orsøkin var einføld tann, at Høgni Hoydal ikki hevði nakað at seta fingurin á í okkara framrokning, og tí var hansara einasta vápn at krúpa uttan um tað, sum sjálvt málið snúði seg um og síðan at kryddra tað við onkrari óndsinnaðari samantvinnan av gondini í 80?árunum. Ella var kanska orsøkin, at Høgni Hoydal als ikki hevði sett seg inn í okkara framrokningar?

Vit hava lagt okkum eftir, at arbeiðið skuldi vera fakliga so korrekt sum gjørligt, og í tí sambandi hava vit havt ein búskaparfrøðing við hollum royndum til at gera tann partin. Og vit eru til reiðar til eitt fakligt orðaskifti, um Høgni Hoydal ella aðrir bjóða seg fram.

Tað, sum er springandi punktið í øllum slíkum arbeiði, eru tær fyritreytir, tú leggur til grund fyri útrokningina og framskrivingina. Nú liggur á ljóði, at tað er óseriøst, tí at eitt rokniartk verður brúkt, men hetta er bert amboðið. Fakligi kvaliteturin liggur í, hvørjar búskaparligu fyritreytirnar eru. Hvusssu stórur verður árligi búskaparligi vøksturin, og hvussu stórar verða árligu inntøkurnar, tað er tað altavgerandi.

Vit hava sett inntøkuvøksturin til 2% pr. ár, og er hetta eisini tað sama, sum aðrir búskaparfrøðingar meta er rætt, eisini búskaparfrøðingurin hjá landsstýrinum. Hetta er intøkuvøksturin í Føroyum seinastu 20 árini, og hetta er vøksturin, sum eyðkennir londini rundan um okkum. Hetta er tað OECD-londini brúka, tá tey meta um vøkstur.

Útreiðsluvøksturin hava vit sett til 1,5% pr. ár, meðan búskaparfrøðingurin hjá landsstýrinum hevur sett henda til 0,8%. Hvat er rætt ella ikki, er kanska ringt at meta um. Men vit hava undirbygt, hví vit so bjartskygd seta henda til 1,5%. Lønarsáttmálarnir, sum landsstýrið hevur gjørt, fer at merkja, at landskassaútreiðslurnar fara at økjast við árliga 1,95% komandi trý árini. Taka vit so vaksandi talið av pensjonistum komandi árini, so fer hetta einsamalt at merkja ein vøkstur upp á árliga 0,5%. Framkonu londini tykjast hava sera trupult við at halda vøksturin undir á leið 2%. Og vit eiga at minnast til, at kravið um hægru útreiðslurnar ikki bert verða stýrdar av okkum sjálvum. So uttan iva hava vit mett úteiðsluvøksturin alt ov positivt til stóran fyrimun fyri ætlan landsstýrisins, hann átti at verið hægri, og vit mugu tí bert staðfesta, at 0,8% vøksturin hjá landsstýrinum er púra órealistiskur. Taka vit gongdina í Føroyum seinastu trý árini, so hevur hesin ligið um 5% pr. ár. Útreiðslurnar eru jú vaksnar við 600 mió. kr. í trý ár, meðan henda samgongan hevur sitið.

Hin vegin so eru allir búskaprfrøðingar samdir um, at skal ætlanin hjá landsstýrinum yvirhøvur hanga bert nøkunlunda saman, so skulu útreiðslurnar helst als ikki økjast. Umframt at hetta er púra órealistiskt, so merkir hetta eisini, at føroyska samfelagið stagnerar og verður afturúrsiglt í mun til londini rundan um okkum. Fylgjurnar av tí kenna vit frá fyrst á 90?unum.

Tí harmar tað meg almikið, at fremsti talsmaður fyri loysingina ikki gevur okkara arbeiðið størri gætur annað en at siga, at vit framleiða eina svarta mynd, sum ger okkum bundnar av donskum stuðuli í allar ævir. Vit hava gjørt beint tað øvugta. Vit hava m.a. fyri at fáa eitt gott orðaskiftið um hesi viðurskifti, sett framrokningina upp so vælvilja mótvegis ætlanini hjá landsstýrinum sum gjørligt, men opinbart kann tað eisini gera tað sama, tí Høgni Hoydal hevur frammanundan tikið ta støðu, at alt sum kemur frá okkum er skeivt og misvísandi.

Men Høgni Hoydal hevði so onga sakliga og enn minni fakliga atfinning at okkara framrokning, sum týðiliga og greitt sigur, at føroyskur búskapur við hesari gongd fer at resta góðar 6 mia. kr. í eftir 12 árum. Hann hevði ikki eina atfinngin at teimum fyriteytum, vit høvdu sett, so summa summarum má so verða, at maðurin er settur skák í mát. Hevði innast inni vænta mær annað.

Reypið um, hvussu væl hevur gingist seinastu trý árini, tað er so hansara orð. Rætt er, at vit hava havt eitt ótrúligt viðrák, sum vit øll fegnast um. Men reypið minnir ikki heilt einki um, tá ein ávísur løgmaður tók sær æruna av, at fiskurin var komin aftur á grunnarnar. Og reypið um, hvussu væl landsstýrið hevur stuðlað vælferðarskipnunum og her serliga skúlanum, ja tað hava vit sjónlig prógv um júst í hesum døgum, føroyski fólkaskúlin og Læraraskúlin rópa eftir hjálp. Og hvussu var í fjør, tá føroyski fólkskúlanum fyri fyrstu ferð nakrantíð var í verkfalli í fleiri vikur. Hetta sigi eg ikki fyri at vera ósakligur, men tí at tað júst vóru hesi viðurskifti, Høgni Hoydal legði størsta dentin á í sínum viðmerkingum til okkara framløgu.

Tosið um útrokningar í 80?unum mugu so eisini standa fyri Høgnasa egnu sakliga trúvirði, men eg haldi hann fær trupulleikar við sama trúvirði, næstu ferð hann fer at eftirlýsa sakligheit frá øðrum.

Eg fari at takka sjónvarpskvinnuni fyri viðkomandi spurningin um, hvørjum vit nú skulu trúgva. Og støðan er júst henda, at Føroya fólk ikki fær tað svarið, øll rópa eftir. Vit hava so við okkara framløgu givið teimum okkara svar. Og tað munnu vit uttan iva fara at hoyra meira um.