Tá stórar avbjóðingar eru á Svangaskarði ella Tórsvølli tysja áskoðararnir til, fyri at heppa okkara landslið.
Hendur tað, at ein av okkara fremstu verður seldur til eitt úlendskt (vanliga danskt) felag, so er tað forsíðusøga í Sosialinum. Øll fegnast og øll eru errin.
Í vikuskiftinum var Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum. Fyri nógvar av føroysku bólkunum var hetta ein avbjóðing, ið kundi broyta lív teirra. At spæla á heimavølli frammanfyri talentskótum, festivalumboðum, publishing feløgum, plátufeløgum og tónleikatíðindafólki kundi gerast lykilin til útlendskar marknaðir. Men hvar var áskoðarastuðulin? Bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, var Norðurlandahúsið sera langt frá fullsett. Hóast talan ikki var um beinleiðis innanhýsiskapping, sum á Prix Føroyum, so var talan um stóra avbjóðing, og ja, kapping við allan altjóða tónleikaídnaðin, men fjepparin var við hús.
Nakrir av bólkunum megnaðu at spæla nóg væl til at sannføra útlendsku bókingarfeløgini, publishingfeløgini, plátufeløgini og tíðindafólkini um, at teir vóru nóg góðir, til at vera áhugeverdir. Men vert er at leggja til merkis, at tann bólkurin, ið fyribils fekk mest burturúr tiltakinum var Boys In A Band, ið spældi í einum fullsettum Kagga. Eg vil ikki taka nakað frá Boys In A Band, men tað taldi uttan iva ikki niður, at teir spældu fyri nógvum og tendraðum áskoðarum.