Hvar spælir de Gea næsta kappingarár?

Real Madrid vil hava spanska málverjan heim til Madrid

Í 2011 skifti tann tá 20 ára gamli David de Gea frá Atletico Madrid til Manchester United. Aftaná eina trilvandi byrjan er ungi málverjin blivin betri og betri, og í hesum kappingarárinum, sum júst er liðugt fyri hansara viðkomandi, hevur hann verið onki minni enn fantastiskur fyri Manchester United. De Gea eigur stóran lut í 4. plássinum hjá Manchester United, og hann er eisini væl uppiborið blivið kosin til ársins málverja í Premier League.

 

Nú eru tó útlit fyri, at de Gea fer heimaftur til Madrid. Tó ikki til barndómsfelagið, Atletico, men til arvafíggindarnar hjá Atletico Madrid, Real Madrid. Áhugin frá Florentino Perez, forseta í Real, hevur staðið á í longri tíð, og søgurnar um, at de Gea endar í Real Madrid blíva fleiri og fleiri í tali. 

 

Sambært Daily Mail, so væntar Real Madrid, at felagið kann keypa de Gea fyri 260 milliónir danskar krónur. Søgur vilja eisini vera við, at de Gea longu hevur fráboðað summar av sínum liðfeløgum um, at hann vil heimaftur til Madrid at spæla fótbólt.

 

Skuldi tað hent seg, at de Gea skiftir, so er sannlíkt, at United fer at finna sær nýggjan málverja, hóast garvaði Victor Valdés longu er í felagnum. Menn sum Hugo Lloris og Asmir Begovic eru blivnir nevndir, sum arvingar hjá David de Gea í Manchester United.