33 ára gamli Petr Cech hevur vart málið hjá Chelsea, síðani hann kom til felagið frá franska Rennes í 2004. Fram til í fjør var hann sjálvskrivaður sum fyrstaval í búrinum, men síðani Thibaut Courtois kom til felagið at spæla í fjør, hevur Cech fyri tað mesta sitið á bonkinum og hugt at. Sáttmálin hjá Cech útgongur komandi ár, og tí skal málverjin til fundarborðið við felagið í næstu viku, so at greiða kann fáast á framtíðini hjá honum.
- Eg skal fundast við Chelsea í komandi viku. Allar hurðar eru upplatnar hjá mær, og eg útiloki onki. Eg veit ikki, um eg spæli í Onglandi, Spania, Týsklandi ella Fraklandi komandi kappingarár, men eg taki ta avgerðina, sum er best fyri meg og familju mína, sigur Petr Cech sambært enska Sky Sports.
Petr Cech hevur vunnið Premier League-meistaraheitið fýra ferðir í síni tíð í Chelsea. Eisini var hann við á Chelsea-liðnum, sum vann Champions League í 2012. Seinastu tíðina hava nógvar leysasøgur gingið um, at serliga býarkappingarneytarnir úr London, Arsenal, eru sera áhugaðir í at fáa Cech at verja málið á Emirates Stadium komandi kappingarár.