Hatta spurdu fólk eisini, tá fullveldissamgongan sat við valdinum og tá var okkara btú 7 milliardir krónur og nú eru vit komin uppá 15 milliardir! Og fólk spyrja enn hvar pengarnir skulu koma frá. Tað haldi eg er løgið, at fólk blíva við at spyrja tann sama spurningin uppí saman. Hví hyggja tey ikki eftir gongdini hesu seinastu árini? Vit hava havt størri búskaparvøkstur enn øll hini londini í Evropa, men hvar fer ágóðin av hesum? Hann verður oystur út yvir tey, sum hava nóg mikið frammanundan, avleiðingin er, at stórt hall er á fíggjarlógini og nú má hendan samgongan út at læna meira pening, fyri at hava ráð til at oysa meir pening út yvir hesu somu fólkini. Tí spyrja fólk enn: "Hvar skulu pengarnir koma frá?" Tey spyrja hendan spurningin, uttan iva tí, at tey síggja als einki til ágóðan av búskaparvøkstrinum. Álvaratos, hvussu í harrans garði kann nakar við sínum fullu fimm, finna uppá at atkvøða fyri hesum ábyrgdarloysinum vit hava sæð hesi seinastu árini. Hendan samgongan skal og má frá, fyri at fáa samfelagið á rætt kjøl aftur.
Ein annar spurningur er hví er uttanlandsskuldin so stór!!
Hon er so stór tí at pengarnir eru oystir yvir nøkur fá fólk, í staðin fyri at goldið uttanlandsskuldina.
Fólkið í Føroyum hevur rætt til at fáa sín part av fólksins ogn. Vit kunnu væl skapa til vælvirkandi samfelag her í norðuratlantshavinum, men tað gjørst bara við samhaldsfesti og ikki við sjálvsøkni.










