Hvar skal krossurin setast?

   

Petur S Johannesen
??????????????????

Eg vil fyrst byrja við at spyrja leiðsluna í Sambandsflókkinum, hvat teir virða tær 800-900 stemmurnar, sum flokkurin fer í Suðuri?
Eg stilli hendan spurning, tí eg vil gjarna vita, hví Sambandsveljarin í Suðri, saman við tingmanninum hjá okkum hava fingið eina so ljóta viðferð frá einum stórum parti av Sambands-leiðsluni norðanfjørðs.
At tað eru gjørdar avtalur millum Havnina og Klaksvík er ongin ivi um. Klaksvíkin fekk fiskimálaráðharran, sum annars var tillutaður okkum í Suðri, og fyri at tað skuldi kunna lata seg gera, mátti okkara maður so lata sít lív.
Nú Klaksvíkin hevði fingið landstýrissessin hjá Johan Dahl, skuldi Havnin nú hava formannin. Hetta skuldi gerast so stilt og róligt, sum møguligt. Tí sum Kaj Leo jú hevur útalað: Sambandsflókkurin tolir ikki meira ringa reklamu, men er tað ikki júst Kaj Leo og hansara menn, sum hava givið Sambandsflókkinum hesa ringu reklamu við at jagstra og forfylga okkara tingmanni, Johan Dahl, og tikið alla meiningina úr orðinum, Samband, í hvussu er í eygunum hjá sambandsveljaranum í Suðuroy.
Nei eitt er so heilt sikkurt, vit koma aldrin at gloyma Sambandsflokkin fyri hesa ljótu gerð, sum nú er gjørd .Tað skuldi ganga 35 ár innan vit í Suðri fingu tillutað ein Landstýrissess aftur frá Sambandsflokkinum, og at hann var okkum illa untur, ja tað sígga vit nú.
Tí heiti eg á allar sambandsveljarar úr Suðri. Gloymið ikki hetta aftur. Tíðin er helst komin, at vit nú munnu byrja at hugsa okkum beturi um, tá vit skulu seta krossurin næstu ferð. Tí eitt er sikkurt, vit eru ikki ein partur av tí Sambandsflokki, sum er norðanfyri, tað gjørdu teir klárt við at stinga knívin í ryggin á tí manni (Johan Dahl), sum vit í Suðri valdi at senda norður til Havnar á Ting.
Men eg rokni nú ikki við, at søgan endar her. Tí sum danin sigur: »Den der graver en grav til en anden, falder ofte selv i den«.