Hvar liggur tann nýggja brennistøðin best?

Nú Elin Lindenskov hevur dyrgt fram undir, at ein nyggj felags brennistøð skal setast upp i Havn, fari eg at loyva mær at gera nakrar viðmerkingar

Ringt er at broyta hugsunarháttin hjá lokalpolitikarum, og tískil er hetta lesarabrævið einamest skrivað til tann gløgga lesaran.

Hvat talar fyri, at ein nýggj felags brennistøð má verða í Havn. Eg havi íhvørtfall ilt við at síggja fyrimunirnar; nú vit á Hagaleiti eftir fáum árum í framleiðslu, eru størstu brúkarar av fjarhita í Føroyum.

Faktum er, at Faroe Marine Products (hereftir stytt til FMP) er størsti brúkari av fjarhita í Føroyum; meðan hitafelagið í Havn, er tann minni forbrúkarin av fjarhita, hóast tað bleiv byrjað upp á Hitafelagið í teimum villu 80”unum.

Tískil eru IRF og FMP tey, ið representera nógv tann besta grøna roknskapin. Viðmerkjast skal, at tá tað bleiv ført fram, at útlátið er vaksi hjá skipunum, meðan tað hinvegin er minkað hjá fiskivinnuni á landi. Hetta kemst av tí einfaldu grund, at flestu flakavirkir eru givin at frysta slógvið inn.

Innfrysting er sera orkukrevjandi afturímóti at turka fiskaúrdráttirnar við grønari fjarhitaorku frá IRF.

FMP hevur keypt slógvið frá fiskivinnuni og turkað tað við hita frá IRF og harvið klárað at gagnytt tað, ein fyrr kallaði fyri burturkast/slógv dupult. Tvs at nú fær IRF og flakavinnan meira pening fyri tað sum fyrr var at rokna sum burturkast. Tað sama kann neyvan sigast, um KOB og Fjarhitafelagið.

Tann størsti munurin fyri tann føroyska Skattgjaldaran, tá ein vil vita munin á fjarhitafelagnum í Havn og FMP er.

Meðan Fjarhitafelagið er blivið sanerað við 60 milliónum krónum upp á skattaborgarans rokning, hevur FMP gjørt íløgur fyri yvir 60 milliónir krónir uttan at hetta hevur kostað palleba eina krónu.

Hetta er gjørt við góðum uppbakningi frá føroyskum peningastovnum. Samstarvið hevur verið somikið fruktagott, at vit hava keypt íslenska partin og harvið er FMP 100% føroyskt.

Í stuttum vil tað siga, at øll virðisøkingin sum verður skapað, liggur eftir í Føroyum.

Henda íløga hevur skapt 60 heilársverk har fólk, eisini úr Havn, hava eina fastu inntøku av.

Lat tað standa rimmar fast, at hetta hevur FMP einans megnað við tøttum samstarvi víð fiskivinnuna og IRF; Tí at framleiða avlopið frá fiskivinnuni við fjarhitaorkuni hjá IRF til mannaføði til eitt triðja land, kemur ikki upp av sær sjálvum.

Í stuttum. Her er lagt eitt meirvirði til føroyska samfelagið upp á 40 millónir krónur um árið tey siðstu árini.

Nú tað er frammi um branding av Føroyum, so vil eg upplýsa lesaran, at FMP Faroe Island er roknað sum tað besta vørumerkið á Nigerian Stockfish Market (tvs siga fiskamarknaðinum) og harvið er alt Føroyar vælkent, upp á ein positivan hátt, á tí figerianska Fiskamarknaðinum. Hetta er ein marknaður uppá 140 til 150 mill fólk, og tað eiga allir føroyingar at verða ernir av.

Eisini vil eg uplysa, at FMP er tann mest framkomna og størsta fabrikkin av sínum slagi í øllum heiminum innan sítt øki. Hetta var eisini ein av grundgevingunum fyri, at FMP bleiv kosið ársins virki 2005.

Aftur til spurningin um hvar skal brennistøðin liggja?

Sjálvandi skal ein Brennistøð liggja har hon er best fyri samfelagið, bæði viðv. gagnnytslu av orku og við búskaparligum atliti.

Tá eg hugsi at fjarhitarør ikki hava eina æviga livitíð, og tá eg spyrji serfrøðingar á økinum, siga teir, at livitíðin er umleið 15 til 30 ár alt eftir góðsku og viðferð, so er tað eyðsýnt, at Fjarhitafelagið stendur framman fyri stórum íløgum í nærmastu framtíð. Mín vón vil verða, at partar av rokningini ikki aftur verða lagdar á skattgjaldaran uttan fyri Havnar Kommunu.

Í Leirvík hava vit staðiliga víst, at tað er skjótari at byggja eitt virki sum FMP til at gagnnyta mesta og besta fjarhitan í mun til Fjarhitafelag, sum er gjørt í Havn.

At tað er bíligari og betri fyri skattgjaldaran, óansæð politiskan lit, tað hevur tann gløggi lesarin langt síðani fingið við.

Nú er bert at vóna at tey íð vit hava valt at umboða og stýra fyri okkum, eisini fáa tað við, soleiðis at ikki óneyðugar byrðar, verða lagdar á okkara herðar.

Eg vil sum stjóri á tí virkið, ið brúkar mesta fjarhitan í Føroyum, takka fyri upptøku og ikki allarminst tí gløgga lesaranum.